Á miðnátt var tíðindafundur í danska fíggjarmálaráðnum har ráðharrin í árbeiðaramálum og ráðharrin í fíggjarmálum løgdu fram eina ætlan – sum skal tryggja danska og harvið føroyska fíggjarmarknaðin.
Arbeitt hevur verið út í eitt seinasta døgnið fyri at fáa eina avtalu, sum m.a. skal fáa álit aftur á banka sektorin og fáa gongd aftur á kreditveitingar.
– Donsku bankarnir eru sera væl fyri, men vit hava sæð hvussu fíggjarkreppan er komin nærri okkum og hetta hevur gjørt at danskir bankar seinastu vikurnar eru hildnir uppat við at lána pening út.
– Seinastu vikurnar hava bankarnir als ikki lánt pening sína millum og tað hevur skapt eina likividitets-kreppu, segði danski fíggjarmálaráðharrin m.a.
Breið politisk semja
Lars Løkke, fíggjarmálaráðharri legði stóran dent á at tað var ein breið politisk semja.
– Vit hava arbeitt tætt saman við sosialdemokratunum og dansk folkeparti og politiska skipanin hevur verið samd um tað sum nú er gjørt.
– Hóast vit við hesum spenna eitt trygdarnet undir danska fíggjarkervið, so er ikki talan um at tryggja bankar, sum hava gjørt eitt vánaligt arbeiði ella fólk sum hava keypt partabrøv.
Sleppa ikki at útgjalda vinnisbýti
Komandi tvey árini sleppa bankarnir ikki at úgjalda eigarum vinnisbýti og kreppuraktir bankar fáa ikki atgongd til innleggjaragaranti uttan so at bankin er í gongd við samanlegging til størri eindir.
Allir bankar, sum ynskja at verða tryggjaðir skulu, gjalda til grunnin alt eftir stødd.
Grunnurin er 35 milliardir krónur og er fyri allar bankar í ríkinum.
Hetta svarar til 2% av BTU og verður fíggjaður av bankasektorinum sjálvum.
Nýggjar lógir verða gjørdar fyri sølu av partabrøvum og hørð krøv verða sett til ráðgeving av keyp og sølu av partabrøvum.
Eisini skal størri gjøgnumskygni verða í samband við solvensin og eginpeningin hjá ymisku peningastovnunum.
Avtalan tryggjar ikki einstakar bankar, men tryggjar at bankar, sum koma í trupuleikar kunnu avviklast undir tryggum karmum har allur peningur, sum er innistandandi verður tryggjaður.




