Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Umsitingin í Tinganesi lekur út trúnaðarskjøl

John William Joensen

Fyrrverandi landsstýrismaðurin í tilfeingismálum, Tórbjørn Jacobsen, setur spurnartekin við hvussu løgmansskrivstovan handferð mál um alment innlit.

Í seinastu viku fekk Norðlýsið innlit í mál viðvíkjandi Trygdarmiðstøðini í Klaksvík.

Í greinini kom fram at løgmannskrivstovan eftir at hava ráðført seg við Tórbjørn Jacobsen, avgjørdi at noktað Norðlýsinum innlit í upprit, sum fyrrverandi landsstýrismaðurin legði fyri landsstýri.

Hesum pástandinum vísir Tórbjørn Jacobsen aftur.

– Eg síggi at løgmansskrivstovan sigur í svarið til Norðlýsið at samsvarandi ummæli frá mær hava teir avgjørt onki innlit – tíansheldur meirinnlit verður latið í eitt upprit sum hevur verið til viðgerðar á landsstýrisfundi.

– Eg má siga sum er at hetta er als ikki samsvarandi samskifti eg havi havt við løgmansskrivstovuna um hetta málið.

– Í svari mínum, sum eg sendi løgmannskrivstovuni setti eg fram nakrar spurningar – sum eg enn einki svar havi fingið uppá.

– Tað mugu verða greiðar reglur um hvat fjølmiðlar kunnu fáa innlit í og ikki og tað er hetta, sum eg vísi á í brævinum.

– Hvørjar tankar eg havi um hvussu skeiðvirksemið hjá Trygdarmiðstøðini eiga at verða skipað – alment ella privat er sum so ikki nakað loyndarmál og stendur fyri mína egnu rokning.


Red.:
Tórbjørn Jacobsen hevur givið okkum fult innlit í samskiftið millum løgmannstovuna og tingmannin – samskiftið sum vit ikki fingu innlit í frá løgmannskrivstovuni.
Niðanfyri endurgeva vit svarið sum Tórbjørn sendi løgmansskrivstovuni:

————–

Til Løgmansskrivstovuna,
Att. Sjúrður Rasmussen,
Tinganes.

Innlitsmál eiga altíð at avgreiðast eftir sakligum og grundgivnum ítøkiligum metingum sambært lógini um alment innlit og sambært teimum fyrisitingarligu avgerðunum, sum hava skapt praksis og fordømi á økinum.
Sum eg skilji á lagnum, hevur Løgmansskrivstovan hesar seinastu mánaðirnar, umframt so mikið annað, eisini givið alment innlit í sokallað innanhýsis skjøl, sum viðgera aðrar persónar í fyrisitingini. Sonevnda ”lásagølan” er besta dømi um tað. Hensigten helliger midlet. Tó dugi eg als ikki at síggja nakra sum helst sakliga grundgeving ella ítøkiliga meting ella umhugsan um fordømisskapan, í tí praksis, har Løgmansskrivstovan nú tykist velja tilvildarliga burtur úr rúgvuni – eftir søktum og reinum politiskum metingum.

Í hesum máli kundi eg hugsað mær at fingið eina sakliga og grundgivna ítøkiliga meting frá Løgmansskrivstovuni um, hví eitt trúnaðarupprit til landsstýrisfund í hesum føri skal vera fevnt av meirinnliti.

Fylgja vit tykkara rationali, sum onkursvegna hómast millum linjurnar, skal mann so hereftir rokna við, at øll upprit og fundarfrásagnir frá landsstýrisfundum skulu fevnast av meirinnlitsreglunum?

Hví er hetta uppritið í eini serligari støðu í mun til onnur, og í mun til ta tulking og tann praksis, sum fyrr er nýttur, í hvussu er fyri ta tíðina, táið tey nú so famøsu notatini hjá Hanusardóttir og Sjóvará knappliga lógu á øllum landsins redaktiónum?

Eg skilji snøgt sagt ikki, hvat gongur fyri seg úti á Løgmansskrivstovuni, sum annars skuldi gingið undan í at útinna sakliga, lógliga og fullgóða fyrisiting, men harafturímóti tykist ganga undan í politiskt stýrdum tilvildarligum avgerðum, sum sambært míni meting eru uttan fyri krøv og reglur um haldgóða fyrisiting.

Kunnu tygum harafturat siga mær hvørji kritierii Løgmansskrivstovan í heila taki gongur eftir, táið hon veitir innlit og meirinnlit.

Til endans skal eg bara viðmerkja, at eg loyvi mær at almanna kunngerða hetta teldupostsamskiftið, um eg haldi tað vera neyðugt.

Vinarliga
Tórbjørn Jacobsen,

fyrrverandi landsstýrismaður í fiski- og tilfeingismálum.


LES EISINI:
Fiskimálaráði ætlaði at selja Trygdarmiðstøðina í Klaksvík

Harleyfacadeacryl