Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Oliver Stone: Lívið hjá George Bush, forseta er størri enn nakað ævintýr.

John William Joensen

Ferðin hjá George W. Bush í amerikanska forsetasessin er “størri enn nakað ævintýr” segði kendi filmstjórin Oliver Stone mánakvøldið í samband við nýggja filmin um lívsøgu forsetans ”W”

Tann 17 oktober hevur nýggi filmurin hjá Oliver Stone frumframførslu og tað er bara tríggjar vikur undan amerikanska forsetavalinum tann 4. November.

– Eg eri hugtikin av Bush, sum var ein bumsur “alkoholikari” tá hann var 40 ára gamal”. Men George Bush broytti fullkomuliga lívsførsluna og gjøgnum evangelismu og trúgv saman við familusamanhaldið – endaði hann í forsetastólinum, segði Oliver Stone m.a. í Larry King Live á CNN mánakvøldið.

– Eingin hevði kunnað ímyndað sær hetta – men tað hendi. Hetta er størri enn nakað ævintýr.

Oliver Stone er kendur stuðul hjá Barack Obama og hóast hann als ikki er samdur um politikin hjá George Bush sigur hann at hetta hevur ikki ávirkað filmin.

– Eg kundi valt at gjørt gjøldur burtur úr Bush og enn ein Bush-haturs-film. Men einki av hesum er í filminum.

– Eg má siga sum er at eg síggi líkheit millum George Bush yngra og John Wayne og tá meini eg við at mær dámar ikki meiningar hansara men eg kann ikki annað enn undrast á hansara áhaldni, íðinskap og á ein ella annan klossutan máta megnaði hann at fanga amerikkansku fólkasálina.

Oliver Stone er sjálvur Vietnam veteranur og er kendur fyri sera kritiskar og politiskar filmar. Hann fekk Oscar fyri filmin Platoon og Born on the Fourth of July .

Í nýggja filminum “W” leggur hann stóran dent á mundin millum yngra og eldra Bush.

Stone sigur at eldri Bush var meira ein diplomatur, tí hóast hann sendi herðfólk inn í Irak – so avgjørdi hann ikki at taka Bagdad. Hetta er eitt stórt evni í filminum tí tað er upplgat at sonurin føldi tað sum eitt kall at fáa Sadam burtur.

– Bush hevur hildið tað verði átrokandi neyðugt at verið sterkari enn papin.

Stone og Bush gingu í skúla saman á Yale, men Stone gavst á skúlanum tí hann var úttikin at fara til Vietnam.

– Hvør enn vinnur amerikanska forsetavalið so ferð viðkomandi at standa í skugganum av Bush. Eg eri ikki samdur við Bush – men eingin ivi er um at hann broytti heimin.

– Ávirkan hansara ferð at standa við alla okkara livitíð, segði Stone.

Oliver Stone vísti eisini á at Bush hevur søguliga lág veljaratøl í løtuni – einans 24 prosent.

– Men hann er framvegis ung og kenni eg hann rætt so fer hann ongan veg og vit fara uttan iva at hoyra nógv til hansara.

– Hann klárar seg ikki væl í gallup kanningum – men vit fara uttan iva at síggja og hoyra meira frá honum-

Oliver Stone verður vanliga mettur at standa á vinstravonginum og hann hevur m.a. gjørt ein sera umstríddan dokumentarfilm um Kubanska leiðaran Fidel Castro.

SÍ livandi myndir frá fimlinum hjá Oliver Stone (YouTube)

Harleyfacadeacryl