Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarstjórin í Rás2

John William Joensen

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri, sum hevur verið sjúkrameldaður vegna lungnabruna, verður at hoyra í tíðindasendingini hjá Rás2

– Vit arbeiða við fíggjarætlanini fyri 2009, sum er samtykt einaferð, men nú verða vit noydd at tillaga hana eftir nýggju forsøgnunum.

– Allar deildirnar sitað og gera eitt upplegg til politisku skipanina.

– Tað sum er umráðandi hjá okkum nú – er at koma víðari og í hesum sambandi noyðast vit at gerða neyðugar tillagingar og tað er eingin ivi um at vit fara at klára tað.

– Skerðini sum nú liggja fyri stavn fara vit eisini at klára, segði borgarstjórin.

Klaksvíkar Kommuna er í samráðingum við m.a. Norðoya Sparikassa um fígging og sum skilst ganga tær samráðingarnar væl.

Borgarstjórin verður at hoyra í Rás2 kl. 16:00 og klokkan 17.