Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvík International 2008: Sterkasta talvkapping nakrantíð í Føroyum

Norðlýsið ÍTROTTUR

Talvsamband Føroya og Klaksvíkar Talvfelag skipa fyri Klaksvík International 2008 í døgunum 11. – 18. oktober 2008, har ikki færri enn 4 stórmeistarar og 2 altjóða meistarar verða við.

Talan er um sera forkunnuga kapping, skrivar www.faroechess.com.

Ikki minst tí, at talan er um sterkastu talvkapping, sum telvað er í Føroyum nakrantíð !

Meðalstyrkin á luttakarunum er 2429.

Heili 4 stórmeistarar og 2 altjóða meistarar, luttaka, saman við føroyingunum Heina Olsen, Martin Poulsen og Olaf Berg.

Telvað verða 9 umfør – "allir ímóti øllum".


Heini kann gerast
altjóða meistari

Serliga spennandi verður, hvørt lokali Heini Olsen megnar at vinna sín triðja og seinasta IM-norm í kappingini – á heimavølli – sum harvið tryggjar honum heitið Altjóða Meistari í Talvi (IM).

Evnaríku – ungu havnatelvararnir – Martin Poulsen og Olaf Berg hava somuleiðis møguleikan av álvara at taka av tilboðnum um at byrja IM-leiðina, um úrslitini laga seg eftir vild.

Telvað verður í Klaksvík – "fimleikahøllini" við musikkskúlan.

Altjóða dómarin, Arild Rimestad, verður dómari, meðan Finnbjørn Vang, fyriskipari, leiðir kappingina.

Umhugsunartíðin verður 90 min. til 40 leikir + 30 min. til restina av talvinum + 30 sek. frá fyrsta leiki.

Virðislønir: 1) 7.000, 2) 5.000, 3) 3.000.

Skráin fyri kappingina er hendan:

11. oktober: leygardag kl. 14:00     1. umfar
12. oktober: sunnudag kl. 16:00     2. umfar
13. oktober: mánadag kl. 14:00      3. umfar
14. oktober: týsdag kl. 14:oo          4. umfar
15. oktober: mikudag kl. 10:00       5. umfar
15. oktober: mikudag kl. 18:00       6. umfar
16. oktober: hósdag kl. 14:00        7. umfar
17. oktober: fríggjadag kl. 09:30    8. umfar
18. oktober: leygardag kl. 09:30    9. umfar
18. oktober: leygardag kl. 14:00    Virðislønarhandan

www.faroechess.com skrivar, at møguleiki verður at fylgja telvingini – LIVE – øll umførini!