– hvagar gongur leiðin ?
tórbjørn jacobsen
Átrúnaðarligir høgraekstremistar stjólu seinastu restirnar av stóra franska heimspekinginum Voltaire úr eini kistu inni á Pantheon í París í 1814, – eftir tað vóru tær destrueraðar. Væl fyri tað, í sínum virkna lívi, segði hesin vitborni maður millum annað mangt, at: ”Viðhvørt hendir tað seg, at søgan av tilvild opnar eitt hendinga víðfevnt gap inn í framtíðina.” Og tá, og nærum bara tá, ber til at gera broytingar, sum kunnu gagna samtíðini, og teimum, ið eftir okkum koma. Onkursvegna tykist tað, sum standa vit aftur einaferð á einum slíkum vegamóti.
Tað gjørdu vit, táið føroyski búskapurin gjørdi fleiri saltomortalir í 92, og umstøðurnar bæði trýstu okkum, og skaptu fyritreytirnar fyri eini nýggjari framtíð úr rúkandi toftunum av einum donskum heimastýri, sum hevði spælt totalt fallit. Ein ótamdur prístalsviðgjørdur blokkur og danskt kredittføri á altjóða lánsmarknaðinum seig mergin úr politisku skipanini, sum bløddi út og krakeleraði.
Eitt danskt heimastýriskvett, framt ígjøgnum bankageiran, nullstillaði samfelagið, og síðani varð ein roynd gjørd at bøta um strukturin í høvuðsvinnuni, og politiska flaggskipið frá árunum í fullveldislandsstýrinum er niðurskururin og fastlæsingin av rískisveitingini, sum nú er væl minni enn helmingurin av tí sum hon hevði verið, um tjóðskaparpolitiska valdið frá 1998-2004 ikki hevði tikið sær um reiggj og ávegis avlúsað føroyska búskapin fyri danskt fíggjareitur. Skil kom á búskapin við leypandi vinningi á fíggjarlógunum, ár um ár, samstundis sum samfelagið annars var í stórari menning. Grundstøðið undir einum sjálvberandi búskapi var lagt, og konturarnir av einum einum føroyskum stati vóru í eygsjón.
”Lat framtíðina hava frið. Skuldi onkur havt hug at purra hana út í ótíð, merkir tað helst, at viðkomandi svevur í síni samtíð.” Orðini eigur Franz Kafka.
Fyrra kontrarevolutiónin.
Allar kollveltingar vera eltar av kontrarevolutiónum. Fyrra BAC-samgongan gekk inn á pallin, og føroyingar upplivdu eina tjóðskaparpolitiska non-støðu árini 2004-2008. Eitt vakuum. Ein afturhaldssinnað borgarlig samgonga, undir socialdemokratiskum fyrisæti, legði seg skerflata fyri danska valdinum í Føroyum og fór undir at reka ekspansivan monetaristiskan fíggjarpolitikk í eini tíð, táið trýstið í samfelagnum var størri enn nakrantíð. Samstundis oystu peningastovnarnir fæ út í øll frívirðini í sethúsamassanum. Stakst tú av óvart høvdið innar í eina bankadeild, skuldi tú rokna við at koma útaftur við einum rokaðum leypi av brúkslánum – við veði í fastari ogn.
Short-therm filosofiin hjá fíggjarpyromanunum úti í Albert Hall hevði góðar dagar. Skatturin á høgu inntøkunum minkaði drastiskt, meðan avgjøld og MVG nú fyri stóran part skuldu fíggja heimastýrisfinansirnar. Hetta gekk mikið væl, soleingi eingangslánini kundu setast í umfar, men kalda útpurringin kemur nú, táið peningurin er brúktur, rentan fer upp og lánini skulu gjaldast aftur. Hetta Thatcher-modellið undir javnaðarleiðslu fer nú at svíða á inntøkusíðuni. Ímeðan galloperaði útreiðslusíðan sum ein aksilgeneratorur, ið er farin í sjálvsving. Allar lampur rodnaðu og stóðu á lopinum. Og táið so als ongin fiskivinnupolitikkur varð rikin hesi 4 árini heldur, ímeðan stovnarnir á heimaleiðunum vóru niðurpíndir, trároyndir, so var tað hóast alt ein ávísur lætti, táið Magni Laksáfoss setti seg við stýrisvølin, og segði politiska establishmentinum, samstarvsfeløgunum, frá, at teir vóru naknir. Spillnaknir. Hann megnaði kortini at steðga gallskapinum, áðrenn generatorurin sprongdi seg sjálvan í luftina. Tað gjørdi hinvegin fyrra BAC-samgongan, sum hevði livað samsvarandi Albert Camus orðatakinum: ”Í politikki er tað mátin sum halgar málið, og ongantíð málið sum halgar mátan.”
Skirvisliga CHE-royndin og tó.
Parísarkommunan var til í 72 dagar, hóast hetta fekk hon heilt avgerandi týdning fyri søguligu gongdina fram til okkara dagar. CHE-samgongan kann ikki mátast við hana, men hon var eitt nýbrot og ein ærlig roynd, at broyta nakrar grundleggjandi strukturar í samfelagnum, soleiðis, at grundvøllurin undir samfelagnum gjørdist tryggari. Ein politiskur meiriluti skuldi taka sær tað valdið, sum fólkið hevði givið tí, at stjórna m.a. fiskivinnupolitikkinum. Ávirkanin hjá lobby´ini og seráhugamálunum skuldi skerjast. Tað tóktiskt vera undirtøka fyri hesum fram til tann dagin, táið onkur av gendarmunum við hermóti fór undir at skjóta ímóti sínum egna herliði. Tá kom fyrsta hóttafallið, ryggurin og sjálvsøkni hildu ikki fyri trýstinum. Glæman frá lummalyktunum hjá lobbyistunum blendaði fyri víðskygninum, um tað fanst.
Seinri skrædnaðu tjóðskaparpolitisku brøkurnar hjá javnaðinum, táið Serforsorgin skuldi skipast undir føroyskum ræði, og ríkisveitingin niðurlaðast við 117 milliónum krónum. Eidesgaard var álopin av serliga løgmans-komplexinum, sum óundansleppandi hevur gjørt vart við seg, síðani føroyingar fingu hesa nýggju stýrisskipanarlógina. Edmund legði landið í stjórnarloysi orsakað av rumbli í valfelagnum Samhald, Annfinn orsakað av eini journalistiskari bók, sum ikki var útkomin og ongin hevði sæð og Eidesgaard av eini sjálvíspunnari søgu, um ein merkiligan uttanríkisráðharra og eitt uppdirkað lás í eini hurð, sum Kaj Leo nú hevur hersett í málsøkjabýtinum, fyri ikki at líða tann sama tortin, av egnum ávum at vera varpaður út í rúmdina av korridorspinni og hurðaklamsi í ongamannalandi.
Fíggjarlógaruppskotið 2009.
Hetta er annað árið á rað, at ongin verulig fíggjarlóg verður latin parlamentinum, soleiðis sum stýrisskipanarlógin annars fyriskipar. Í fjør var politiskur ruðuleiki orsøkin, og vit vóru komin væl út á summarið, áðrenn løgtingið kundi samtykkja fíggjarløgtingslógina fyri 2008. Eftir at Eidesgaard sleit CHE-samgonguna og skjeyt seg sjálvan í løgmansfótin, er hann vorðin fíggjarmálaráðharri í danska heimastýrinum. Nú er hann komin niðan við einum uppskoti, sum eins væl kundi verið ein tekniskur brúksannvísingur til eina kaffimaskinu ella ein blendara frá Leif Mohr. Uppskotið er steindeytt. Her er ongin politikkur yvirhøvur.
Upphæddirnar á útreiðslusíðuni eru tær somu sum í 2008 við eini framskriving á 3% fyri mettan vøkstur í lønarkostnaði og í lógarbundnum útreiðslum. Eftir eina nýggja meting av inntøkunum er hallið 244 milliónir krónur. Tá eru íløgurnar umleið 100 milliónir krónur lægri enn í ár. Tað heilt sjaldsama er, at ein nýskipað stjórn, sum fyri fáum døgum síðani hevur gjørt skrivliga poltiska sáttargerð, ongan politikk eigur at transformera inn í fíggjarlógina. Tingið hevur onki at taka støðu til yvirhøvur, vit vita ikki hvørja leið fíggjarmálaráðharrin ætlar at ganga, um hann ætlar at ganga nakran veg, tí stendur parlamentið nú í einum politiskum vakuum, við eini tøkniligari nýtsluvegleiðing sum er politiskt kastrerað.
Sambært Rás2 ígjár, so ætlar finansministarin heldur ikki at koma við nøkrum. Hann hevur lagt ábyrgdina frá sær, og hevur latið tað upp í hendurnar á fíggjarnevndarformanninum, Annfinni Kallsberg, at snikka og snáka til eitt hóskandi busjett fyri komandi ár. Hesin hevur verið sera atfinngarsamur um ótamda taxametrið á útreiðslusíðuni, tað kemur ikki at skilja okkum í fíggjarnevndini, men tað er ørkymlandi, at Javnaðarflokkurin fer so lætt um meginlóg tingsins, serliga táið teir sjálvir eiga fóðurtyngstu ráðharrarnar í metstóra landsstýrinum.
Allir parametrarnir eru nú reyðgløðandi. Fíggjarlógin gevur longu hall – fyri politisku viðgerðina. Handilsjavnin og gjaldsjavnin gera tað sama, og var alingin ikki komin so væl fyri seg aftur, so var heilt galið á exportsíðuni eisini. Samstundis er sett út í politiska kortið, at undirstøðukervisíløgur skulu gerast fyri fleiri milliardir skjótast gjørligt. Sandoyartunnilin, Landssjúkrahúsið, Depilin í Marknagili, Skálafjarðartunnilin, Norð um Fjall o.s.fr. Alt ímeðan ringasta búskaparkreppan í heiminum, síðani krakkið í Wall Street, herjar keypsskálar og globala fíggjargeiran so meint, at heilar tjóðir liggja í andaleypi, og hóra kanska undan, m.a. tí at gomul stórveldi hava brýnt sær albógvarnar og ambitiónirnar aftur og nú kredittveita seg til eina nýggja geopolitiska støðu í Norðurhøvum.
Onnur kontrarevolutiónin – BAC í aðru syftu.
Hendan BAC-royndin er onnur kontrarevolutiónin í 4 ár. Somikið meira politiskt avmaktað enn hin fyrra, at tað so smátt er farið at lýsa fyri tí degi, táið ein tjóðskaparpolitisk savning aftur kann leggja tjóðina á kósina fram í sjálvstøðuga statin. Táið ein ikki megnar at leggja eitt fíggjarlógaruppskot fyri tingið, tá er mann so politiskt magadrigin, at eitt exit má lúra undir næstu sýnini. Og signalfimlanin úr høvuðsbunkaranum í Tinganesi er longu so fullkomin, at tað er farið at standa á spónaløgunum. Kaj Leo hevur lyft retorikkin um ríkisfelagsskapin upp í ein hægri potens, nú tosar Føroya løgmaður um at bjarga kongaríkinum. Hann sigur seg hava bjargað privata fíggjargeiranum í landinum, við at drena teir fyri likvidar 200 milliónir út av landinum – í ein danskan grunn. Nú sigst ongin orsøk vera til at stúra fyri stovnunum sjálvum, men teir eru ikki fevndir av hesum trygdarnetinum, bara innlánararnir. Tí er hendan danska trygdin líka svikalig, sum hon var í 92, um heilt illa skuldi vitað við. Fyri 16 árum síðani var tað sum kunnugt fólkið, ið varð spent fyri kapitalistiska lunnadragaran, sum var smokkaður í mýrulendinum. Og meðan Kaj Leo tosar um at nálga tjóðina upp at ES-samveldinum heldur uttanríkisráðharrin so sera skilagott fast um EFTA-politikkin. Og tað er ivaleyst har møguleikarnir hjá einum sjálvstøðugum føroyskum stati liggja.
Ótømdir møguleikar og sjálvberandi búskapur.
Heimurin er eitt fíggjarligt inferno í hesum døgum, og vit kunnu spyrja á sama hátt sum William Heinesen, í eini grein um hernaðarmálið, frá 1966 – Í valdi stóra Ormsins – : ”Er tað demokratiska frælsið, sum vit hildu okkum hava, og sum vit veruliga hava havt, sum frá er liðið, ikki bara vorðið tóm skræða og Potemkin-leiktjald?” Í eini yrking – Heimsins undirgangur – úr London 5 ár fyri hetta, spyr og staðfestir hann: ”Ljósavísin rullar sama bandið upp í saman. Heimurin verður stýrdur demokratiskt eftir reglum, sum stórídnaðurin setur. Kalda lógin hjá fiski stendur seg framvegis manniliga, stórfingin og einføld: Teir stóru eta teir smáu. Í øllum týðandi sessum sita avkøvd gamalmenni. Rasuhatur og mannajagstran blóma framhaldandi ósmæðin og ala nýggjar høkukrossar í myrkrinum. Tøknin hevur stytt tíðarfreistina fyri endaligari oyðing av allari mentan niður í eitt metlítið minstamark.”
Tað tykist vera ein afturvendandi trupulleiki í Føroyum, á sama hátt sum aðrar staðir, at spádómurin hjá Williami er gingin út. At heimurin verður stýrdur demokratiskt eftir regluverki, sum altjóða og nationalir fíggjargeirar, og seráhugamálini í vinnulívinum áseta. Parlamentið og útinnandi valdið eru tóm skræða og Potemkin leiktjøld – kulissur settar upp so hissini til høvið. Fantom og turbokapitalisman, har menn liva av at flyta stakkar av pappírum úr einari rúgvu í aðra, har ongin virðisskapan er aftanfyri, er farin sum eitt skrímsl um allan heimin. Diametrali mótsetningurin til europeiska skrímslið, sum øll vøld á gamla kontinentinum gingu saman í halga jagstran eftir – fyri mongum Harrans árum síðani. Pávin, tsarurin, Metternich, Guizot, franskir radikalir og týsk løgregla. Manifestið hjá Marx og Engels.
Sum ein íslendingur segði við BBC fyrranáttina: ”30 mans eru slopnir at fara so langt í spekulativum transaktiónum, við ongari ábyrgd fyri samfelagnum, og eg kann nevna teir allar, at ein heil tjóð stendur á lopinum til at fara rabundus.”
Politisku skipaninnar hava mist tamarhaldið á støðuni, hava flýggjað spekulativa nýkapitalinum valdið yvir samfelagnum, í hvussu er hevur tann gamla Montesquieu filosofiin, um tríbýtta valdið, fingið eitt ordans skot fyri bógvin, eftir at hetta máttmikla fjórða statsvaldið hevur pallsett seg sjálvt við sínum ørandi dominansi. Kreppurnar stjórna nú samfeløgunum og ikki politiskar skipanir, valdar representativt av fólkinum, til at varða av og hava ábyrgd av fólkaræðinum.
Tí eiga vit at taka valdið aftur, sum vit einaferð høvdu. Og tað liggja nógvir ótømdir møguleikar í føroyska samfelagnum, sum kunnu fáast at spretta og grógva somikið væl, um bara politiskt dirvið er til at fara undir setningin, at ein grundvøllur kann skipast undir einum sjálvberandi búskapi.
Í fyrsta lagi má tamarhald fáast á útreiðslusíðuni. Hendan árliga spolanin á 7-10% í vøkstri má steðga, annars kíla vit samfelagið rimmarfast, táið landskassalikviditeturin – sølan av Føroya Banka – er uppetin. Sjálvandi ber tað til at einskilja nakað afturat, men tað svarar til at bróta húsini niður innanífrá, og brúka tey sum pinnabrenni, tí letið forðar tær at fara virðisskapandi til verka. Øll útreiðslusíðan má hyggjast eftir í seymunum, og eftirglóðir frá eini farnari tíð mega lúkast burtur, sum als ikki hoyra heima í heimastýrisfinansunum í einum nútíðarsamfelag. Stóru ídnaðarlondini haka í, táið útreiðsluvøksturin fer uppum 1-2%. Vit eiga at gera tað sama, og hava ikki ráð til annað. Alternativið er at lata kreppurnar og ikki tey fólkavaldu stjórna landinum. Á inntøkusíðuni liggur eitt øgiligt potentiali. Alivinnan sigst at kunna tvífaldast eftir fáum árum, og fiskivinnan kann við optimalari stovnsrøkt og virðisøking í landinum gerast ein sterkur og javnur stabilisator. Á einum nógv hægri búskaparligum støði enn nú. CHE-samgongan hevði lagt á tann bógvin, og tað eru bara tríggir mánaðir síðani, at ein løgmaður tosaði um eitt siðaskifti í so máta, ja, hetta var sjálvur legitimiteturin hjá honum og tí samgonguni. Skjótt er Harranum um, plagdu tey gomlu at taka til, nú sigur fiskimálaráðharrin í BAC-konglomeratinum, sum javnaðurin er eitt klípið í, at farið verður aftur til basic, har seráhugamálini í vinnuni, bankarnir og ein órørd fiskidagaskipan frameftir skulu stjórna fiskivinnupolitikkinum. Aðrir møguleikar eru og fara sýna seg, og neyðugar bygnaðarbroytingar fara eyðvitað at loysa nakað av arbeiðsorku, soleiðis, at arbeiðsmegin kann brúkast meira rationelt og mennandi.
Hvar lenda vit og hvussu konsolidera vit samfelagið.
Í fyrstu atløgu má politiska skipanin hava eitt greitt mál. Tað finst vallað í BAC-samgonguni, har hugtakið stabilitetur er vorðið eitt politiskt mál í sær sjálvum, og táið sambandsmenn nú gráta síni søltu tár, um at hálv triðja milliard av danska eitrinum, ið kundi havt verið atvoldin til fleiri 92-saltomortalir, er spolað burtur, síðani fullveldissamgongan gjørdi bart, í strembanini fram ímóti málinum um ein sjálvberandi búskap, so ger ongin sær stórar tankar um at hendan samgongan, sum ongan fíggjarpolitikk hevur, sambært fíggjarlógaruppskotinum og resortministaranum, ætlar at flyta samfelagið aðrar vegir enn nærri at kongaríkinum og ES. Tí má hendan endurroyndin í kontrabylting ikki gerast annað enn eitt politiskt intermezzo.
Stundin er komin til at taka valdið frá danska stjórnarvaldinum. At varpa heilaga politiska málið um statin og ein sjálvberandi búskap sum ein portal upp í lofthavið aftur. Búskapargrunnurin, ið skuldi verið skipaður fyri mongum árum síðani, eigur at vera settur á lunnar nú, soleiðis at hann kann vera buffari og trygdarnet, um eitthvørt hissini hóttafall skuldi komið á. Ein neyðug konsolidering, sum longu skuldi havt absorberað realavkastið av bankanum og nationala flogfelagnum.
Sum áður nevnt, so ber tað ikki til at viðgera hetta non-uppskotið, sum fíggjarmálaráðharrin hevur tveitt frá sær beint fyri dead-line. So politiskt kastrerað sum tað er. Men vónandi ber tað til í fíggjarnevndini, at finna konsensus um eitt úrslit, sum leggur kósina eftir politiska frælsinum. Og soleiðis sum støðan er vorðin, eftir at Sambandið og fíggjarstovnarnir hesi seinastu 4 árini hava oyst benzin og spreingiknøttar á bálið, so er minstamarkið stanton, og sjálvt tann lúturin kann í fyrstu atløgu vera nóg so herskin.
Heimskreppan, vit og útlitini.
Samsvarandi serfrøðingunum er okkara fíggjargeiri sjálvandi ávirkaður av heimskreppuni, men teir spáa tíanbetur, at hóttafall ikki kemur á. Og hetta ódnarveðrið hæsar sjálvandi av aftur. Er fundamentið í lagi og vit gera tær justeringar sum skula til, fyri at menna búskapin aftur, so sær bara væl út. Tað er í hvussu er ongin stormávaring komin frá Fíggjareftirlitinum, sum vit vita um. Vit hava ikki sagt búskaparligu tyngdarlógini farvæl. Í mun til støðuna hjá grannunum fyri vestan ein heilt onnur støða, tí longu fyri meira enn 4 árum síðani, varskógvaði íslendska fíggjareftirlitið um vandin við ógvisligu expansiónini og transaktiónunum í fíggjargeiranum. Og spurningurin hjá Finnboga Ísakson, sála, var kanska meira relevantur enn vit tá góvu okkum fær um, í eini grein í Sosialinum 14.12.2004: ”Um allan heim falla kursirnir á virðisbrævamarknaðinum. Uttan í Íslandi, og tað ger íslendingar førar fyri at fara víða um lond og keypa fyritøkur, sum stórkapitalurin í teimum stóru londunum himprast við at keypa. Tað ljóðar sum eitt ævintýr? Men fer tað at halda? Er tað eitt ævintýr í kyksendi? Einaferð høvdu danir eitt, sum kallaðist Nordisk Fjer, og sum ekspanderaði vilt. Tann bløðran brast, og síðani hevur Nordisk Fjer verið nýtt sum ræðing og ávaring í fleiri londum. Vónandi verður endin ikki, at frændur okkara íslendingar fáa ein frammaná, ið líkist Nordisk Fjer ella kjaftfiskinum, vit fingu fyri 10-15 árum síðani.”
Endi
Kanska lærdu vit hóast alt somikið av tí kjaftfiskinum, at vit sleppa á leið snikkaleys hesaferð, hóast tað sjálvandi fer at svíða í pørtum av sethúsamassanum, nú rentan otar seg uppeftir, vørurnar dýrka og leysi likvidi kapitalurin er burtur í fíggjargeiranum. Nú turbokapitalisman hevur tikið valdið í heiminum fyri eina tíð, hevjar tann spurningurin seg av nýggjum, um ein nýggjur vinstravongur ikki eigur at definera seg og leggja brots, sum ein natúrlig andvekt til himmalstormarnar uttast á høgraveingium. Fólkið, sum aftur einaferð skal bløða fyri nakrar merkantilar fantastar, má hava eitt politiskt amboð, til at verja síni rættindi. Hetta eru hóast alt fólksins samfeløg vit og allir aðrir politikkarar heimsins varða av, og til tað krevjast magnfullar hugsjónir. Tjóðskaparligt frælsið er ein partur av teimum. Hugmyndunum. Sum forsetin í aðru republikkini, Manuel Azana, segði, táið hann varð spurdur um hann veruliga trúði, at frælsi gjørdi menniskja eydnuríkari. Hetta var fyri hernaðarkvettið hjá falangsuni og Franco. ”Heilt ærliga, tað veit eg ikki, hinvegin eri sannførdur um, at frælsi ger menniskju til menniskju.”
Vit standa í søguliga gapinum, nú ræður bara um at passa sær løgini.




