Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tosið um føroyskt fíggjareftirlit tagnað

John William Joensen

Samstundis, sum danska trygarnetið er spent undir føroysku bankarnar, kann staðfestast, at alt tos um eitt føroyskt fíggjareftirlit er tagnað

Fólkatingið hevur fyrrapartin samtykt, at eitt statsgaranterað trygdarnet skal spennast út undir allar bankar, og tað er at fegnast um, at trygdarnetið fevnir um allar bankar í ríkinum og tí eisini umfatar føroysku bankarnar.

Undirritaði fólkatingsmaður atkvøddi fyri uppskotinum hjá donsku stjórnini, tá tað var til atkvøðugreiðslu í Fólkatinginum fyrrapartin. Undirritaði fegnast um, at eisini hin føroyski fólkatingslimurin kundi taka undir við hesum uppskoti, sjálvt um Tjóðveldi fyri stuttari tíð síðandi var fremsti forsprákari fyri at yvirtaka fíggjarøkið og harvið eisini fíggjareftirlit og innskjótaratrygdina hjá føroyskum bankakundum.

Eg tori ikki at hugsa um avleiðingarnar, um Tjóðveldi og gamla CHE-samgongan hevði fingið sín vilja við yvirtøkuni av fíggjareftirlitinum. Avleiðingarnar høvdu verið sera álvarsligar fyri øll, sum eru kundar og hava uppsparing í føroyskum peningastovnum.

Bert spell at ein heimsfevnandi fíggjarkreppa skuldi til fyri at fáa mótstøðufólkini at broyta hugsan.

Harleywoodpaint