Avslappandi singer/songwriter tónleikur verður á skránni í Víkafé um vikuskifti
27 ára gamli Jóan Petur á Stongunum kom út við síni fyrstu fløgu, "Bow & Arrow", 12. Desembe í fjør. Øll løgini á fløguni eru hansara egnu. Fløgan hevur verið sera væl umtikin og hevur hon eisini verið spæld uttanlands, bæði á P3 og Phil Orange show í London.
Til ber at vitja Jóan Petur á www.myspace.com/joanpetur og hoyra nøkur av løgunum á "Bow & Arrow". Akkurat hvat Jóan Petur fer at spæla leygarkvøldið vita vit ikki, men tað verður heilt sikkurt gott.




