Sunnudagin tapti eitt skert 1. lið hjá Team Klaksvík dystin í Badmintonhøllini ímóti Neistanum, sum hevði styrkt sítt lið munandi til hendan dystin.
Enn eitt tap: 25-35 … soleiðis skrivar heimasíðan hjá Team Klaksvík eftir hendan dystin, sum sjálvandi var eitt vónbrot fyri felagið.
Hetta var triði dysturin í ár hjá Team Klaksvík, og hetta var samstundis triði ósigurin.
Sum nevnt, var Team Klaksvík eitt sindur skert til dystin í dag, við tað at Beinur var skaddur, og venjarin hevði forfall.
Harafturat fekk Kristoffur ikki spælt við, tí hann var upptikin av at spæla við 1. deild hjá KÍ, sum hevði týdningarmiklan niðurflytingardyst á skránni.
Tá ið Beinur, sum er toppskjútti í ár, ikki er við, gerast fortreytirnar fyri at vinna dystin eitt sindur verri.
Neistin kom væl mannað til Klaksvíkar við Inga Olsen, Roar Dalsgarð, Jón Ludvík og Jóhan Brekkstein á liðnum. Hesir vóru fastir menn á besta liðinum til í dag, skrivar www.team-klaksvik.com, sum leggur afturat, at nevndu leikarar gjørdu ikki færri enn 141 mál í bestu deildini í fjør, tá ið Neistin jú bleiv FM vinnari, og Ingi er eisini við á landsliðnum!
Sjálvur dysturin var bert spennandi ta fyrstu løtuna. Tá ið 15 min vóru leiktir, var støðan 8-9, men teir næstu 7 minuttirnar blivu dýrir, tí ta løtuna skoraði Neistin 6 mál til 8-15, og dysturin var í veruleikanum avgjørdur.
Hálvleiksstøðan var 12-20. Endaliga støðan gjørdist 25-35 til Neistan.
Team Klaksvík er nú undir trýsti at vinna dystin næsta vikuskiftið í Vestmanna. Team Klaksvík er nú á niðasta plássi í deildini.
Málini ímóti Neistanum sunnudagin gjørdu:
Danjal 6
Jón 4
Tórður 3
Rógvi 3
Niclas 3
Jógvan 2
Willy 2
Fríðin 1
Sámal 1.
Harumframt spældu hesir við:
Andrass
Danjel
Gunnar
Kristian og
Mathias.




