Fríggjakvøldið 17 okt. kl. 20 verður áhugaverd útgávukonsert í Kelduni, Skálafirði við bólkinum ZAMAR.
Tey sum mynda bólkin ZAMAR eru, Eyðun Jacobsen og døtranar Birgit Nónklett, Kristina N. Hansen og Heidi N. Jacobsen. Tey hava sungi nógv saman til ymisk tiltøk. Sama dag koma tey so út við nýggjari fløgu sum kallast “Vit eiga vón”. Á fløguni eru 13 sangir, allir á føroyskum, herav 11 nýliga eru týddir til føroyskt av Árna Jacobsen, Flóvin Tyril og Eyðun Jacobsen. Tónleikurin er innspældur í USA meðan sangurin er innsungin í Krisstuff Studio í Hoyvík. Stílurin er vælkendur southern gospel/country tónleikur sum vit kenna frá m.a. Gaither Homecoming.
Á konsertini 17 okt fara góðir, royndir tónleikarar at spæla undir hjá Zamar, tónleikar verða m.a. Gotfred Joensen klaver, Jónsvein Heinesen tangentar, Eyðun Jóhannesen bass, Rúni Eysturlíð gittar, Torben Koch steelgittar og Sámal Joensen trummir.
Eisini fer Kvartettin í Betesda at luttaka á konsertini við teirra vælklingandi sangi.
Tað verður ókeypis atgongd til konsertina, tó verður ein innsavnan.




