Fleiri uppgávur út til kommunurnar er niðurlagið, sum um hetta er trygdin fyri at borgarin fær eina betri tænastu. Men veruleikin er ikki so einfaldur.
Dagstovnaøki varð lagt út til kommunurnar at umsita í 2000, eingin verulig eftirmeting er gjørd av hvussu hetta hevur hepnast. Ja, fleiri stovnar eru settir á stovn og flest allar kommunur bjóða stovnspláss, men tað er sera misjavnt hvussu góðskan er runt um í landinum. Var tað ætlanin?
Verður hugt eftir hvussu hesir dagstovnar húsast, er stórur munur millum tær kommunur ið eru væl fyri og tær sum ikki eru. Onkrir stovnar eru í vánaligum bygningum sum als ikki hóska til endamálið – onkrir uttan kravdu loyvini frá myndugleikum, arbeiðseftirlit, brúnaumsjón og landslæknin. Eitt er at eftirlitsmyndugleikin ikki hevur havt áhugan ella orkuna at gjøgnumført hetta eftirliti, soleiðis at børn og starvsfólk fáa virðulig kor at virka undir, nakað heilt annað er raðfestingin úti í kommununum. Alt er ikki so ljósareytt.
Seinastu árini hevur landið fingið eygað á, at børn eisini mennast áðrenn tey fara í skúla. Hetta hevur so viðført at landið leggur alsamt fleir krøv út á dagstovnarnar. Fyrst við at flyta børn við serligum tørvi út til kommunurnar, so við menningarætlanum og skjótt við námsætlanum. Hetta er ein jalig gongd, í so máta, ein viðurkenning av at tey fyrstu 7 árini eisini hava týdning, men samstundis er einki gjørt fyri at bøta um viðurskiftini hjá teimum ið starvast á økinum.
Kommunurnar blunda!
Kommunurnar hava fingið størri ábyrgd fyri innihaldinum á dagstovnunum, men tykjast ikki vilja viðurkenna hesa ábyrgd. Flestu stovnar hava eitt “minstamark” av starvsfólkum á staðnum, ein formil ið var stungin út í korti fyrst í 90’unum tá ið landið var í djúpastu kreppu, og hava ikki verið sinnaðir at hækkað hetta tal, nú dagstovnarnir hava fleiri og størri uppgávur.
Námsfrøðingar ið starvast innan dagstovnaøki hava rópt í fleiri ár um manglandi tímar til at fyrireika sítt pedagogiska virksemi, men hetta tykist eingin at hoyra. Tað ber ikki til áhaldandi at krevja, at starvsfólk skulu samstarva til høgru og vinstru, veita eitt málrættað pedagogiskt tilboð til børnini uttan at fleiri tímar fylgja við. Her eru tvinnir kostir – antin verður pedagogiska arbeiði slept ella mugu starvsfólkini “forsøma” børnini í størri mun. T.v.s. minni tíð saman við børnunum.
Spurningurin er um kommunurnar yvirhøvur eru áhugaðir í góðskuni á sínum dagstovnum – tær vilja bara “reypa” við hvussu nógv tilboð tey hava. So ein eftirmeting hevði nokk víst at fleiri dagstovnar eru komnir seinastu árini, meðan kommunurnar lítið ella einki hava gjørt fyri at bøta um góðskuna.
Jógvan Philbrow
Nevndarlimur í Føroya pedagogfelag




