Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fyrireikar seg til síðsta heimadystin: Ein øgiligur intensitetur í venjingunum hjá KÍ

Norðlýsið ÍTROTTUR

Týskvøldið vóru vit við vøllin og fylgdu venjingini hjá Formulaliðnum, har leikferðin var sera høg, og eldhugurin lýsti av monnunum, nú seinasti heimadystur verður sunnudagin.

Venjingin endaði, sum so mangan fyrr, við einum innanhýsis dysti ímillum teir eldru og teir yngru í Formulahópinum.

Vanliga gongur rættiliga javnt á millum aldursbólkarnar báðar, men týskvøldið var eingin ivi, tí teir eldru bukaðu teir yngru so dyggiliga, hóast hesir seinni nevndu vóru ein fleiri á liðnum.

Hesir dystir eru alt annað enn hugnaligir vinardystir. Tað verður dýkt á frá báðum pørtum, og tapandi manningin er alt annað enn nøgd. Soleiðis var eisini hetta kvøldið.

Petur Mohr, høvuðsvenjari, sær út til at hava teir flestu av sínum monnum klárar.

Sigmund Jacobsen luttók ikki í venjingini týskvøldið vegna trupulleikari í lúskuni, síðan er tað Rógvi Jacobsen, ið sum kunnugt eisini hevur trupulleikar av lúskuni, men sum nú er við landsliðnum, har hann fær góða viðgerð av læknum og fysioterapeutum.

Ein annar leikari, sum ikki var við í venjingini týskvøldið, var Bjarni Jørgensen, men vit hava tó ikki fingið nakra fráboðan um, at hann ikki er tøkur.

Eitt, sum vit løgdu til merkis hetta kvøldið, vóru tveir ungir leikarar, sum vandu við Formulahópinum, og sum vit ikki hava sæð serliga ofta fyrr.
Sørmund Kalsø og Ivan Joensen, sum báðir eru U-landsliðsleikarar, vandu týskvøldið við Formulahópinum. Hetta eru framtíðar Formulaleikara hjá KÍ – eingin ivi um tað.

Vit fingu eina mynd av teimum báðum eftir venjingina.