Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Síðsti heimadystur hjá KÍ sunnudagin: Bláa Bylgjan hitar upp í KÍ-café’ini frá kl. 14:00

Norðlýsið ÍTROTTUR

Seinasti heimadysturin hjá Formulaliðnum hjá KÍ í kappingarárinum 2008 verður sunnudagin kl. 15:00 tá ið føroyameistararnir hjá NSÍ koma á vitjan, og kl. 14:00 byrjar Bláa Bylgjan upphitingina í KÍ-café’ini.

Seinastu dystirnar hjá KÍ hevur Bláa Bylgjan gjørt sín stóra part av arbeiðnum við síðulinjuna við góðum stuðli til blá-hvíta Formulaliðið, sum eisini hevur havt hendan stuðul fyri neyðini.

Fleiri leikarar hava hesar seinastu vikurnar víst á, hvussu stóran týdning tað hevur, at KÍ verður so væl stuðla og heppað, sum tað hevur verið teir seinastu dystirnar.

Eisini úrslitini teir seinastu dystirnar bera boð um, at stuðulin ger mun.

Sunnudagin verður seinasti kjansur í 2008 at bakka KÍ upp á heimavølli.

Umframt kvikan og undirhaldandi fótbólt hava dystirnir millum KÍ og NSÍ tey seinnu árini borgað fyri einum øðrum dysti uttan fyri vøllin ímillum viðhaldsfólkini hjá KÍ og NSÍ.

Í fjør vunnu NSÍ’ararnir so ruddiliga, men tað var nú ikki so løgið, tí tað var júst eftir tann dystin, at NSÍ fekk FM-steyp og heiðursmerki handað.

So er spurningurin, hvørjir fjepparar í ár verða teir raskaru og ídnaru at stuðla sínum liði, Vespurnar ella Bláa Bylgjan.

Bláa Bylgjan bjóðar til upphiting kl. 14:00 sunnudagin – hesaferð í KÍ-kafé’ini, har fólk eru vælkomin til eitt gott fótbóltsprát og hugna. Floytur verða eisini at fáa.

Eftir dystin ætlar Bláa Bylgjan eisini at gera eitt sindur burturúr, at hetta er seinasti heimadystur í kappingarárinum. Meir um tað seinni.

Harleyfacadeacryl