Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

1400 seyðir mist høvdið á Sláturmiðstøðini

John William Joensen

Á Sláturmiðstøðini í Haraldssundi hava teir úr at gera nú fjøllini verða gingin

– Tá vit góvust leygarkvøldið kl. 20 høvdu vit feltt 1400 seyðir síðan vit byrjaðu í september mánaða, sigur Billy Petersen.
– Vit byrjað kl. 8 á morgni og gevast kl. 19 um kvøldi og eru onkran dagin komnir uppá 190 seyðir. Sjey mans fletta og seyðurin kemur úr øllum landinum.
– Vit hava enntá havt 60 seyðir líka úr Sumba.

Seyðurin sera væl fyri.
– Leygardagin flettur vit 95 seyðir av Velbastaðog  miðalvektin var 35,7. Hetta er besti hagin vit hava flett fyri í ár.
– Bestu veðrarnar higartil hava verið av Viðareiði har vektin var úr 68 upp í 92.
– Av og á leggur ein merki til okkurt serligt. M.a. høvdu vit eitt lamb sum hevði eitt sera stórt nýra, sum vigaði 13 pund. Annars var talan um eitt fríkst lamb.

Harleywoodpaint