Nú veit eg ikki, hvørja niðurstøðu Klaksvíkar kommuna er komin til viðvíkjandi Atlantis, men eg helt tað vera upp á sítt pláss at koma við nøkrum fakta, áðrenn fólk byrja at kjakast við berum gitingum.
Eg trúgvi neyvan at Atlantis er tað, sum fær fólk at flyta til – ella frá Klaksvík. Ei heldur er tað Atlantis, sum avgerandi um fólk trívast ella ikki, men Atlantis hevur 10 til 12 túsund vitjandi árliga, harav bróðurparturin er ungdómur. Hjá teimum er Atlantis nokk eitt lítið ískoyti til trivnaðin í Klaksvík.
Seinastu árini hevur árliga játtanin frá Klaksvíkar kommunu til Atlantis svingað ímillum kr. 650.000,- og kr. 700.000,-
Atlantis kostar kommununi uml. kr. 300.000,- til kr. 350.000,- í árligum rakstri, hin helvtin av játtanini fer til lánsgjøld, rentu og trygging av bygninginum.
Sostatt sparir kommunan árliga eitt stað ímillum kr. 300.000,- og kr. 350.000,- við at lukka Atlantis.
Tí lánsgjøld, renta, trygging, hiti og eitt evt. viðlíkahald skulu framvegis gjaldast.
Síðan undirritaði byrjaði í starvi sum dagligur leiðari av Atlantis, hevur undirritaði roynt at fingið kommununa at sett lánsskuldina hjá Atlantis, sum í dag er uml. 2.6 mill., á fíggjarlógina, um ikki alt í einum fíggjarári, so deilt yvir tvey ár.
Tí so kundi árliga játtanin skorist niður í eina helvt og kommunan hevði harvið spart hópin av peningi í rentu.
Bara hesi seinastu 5-6 árini hevur Atlantis goldið knappar kr. 800.000,- í rentu.
Hóast tíðirnar vóru av teimum allar bestu, varð hetta ikki tikið til eftirtektar. Við tí úrslitið, at nú umhugsar kommunan møguleikan at einans rinda rentu og avdrøg.
Sostatt má Atlantis lukka meðan kommuna framvegis má rinda uml. kr. 350.000,- árliga til rentu, avdrøg og trygging 15 ár fram í tíðina.
Um áðurnevnda skuldin bleiv sett á fíggjarlógina fyri nøkrum árum síðani, so hevði kommunan longu havt spart hasar kr. 350.000,- og virksemi í Atlantis kundi hildið áfram. Um so kommunan eftirfylgjandi valdi at lukka Atlantis, so hevði hon harvið eisini spart hinar kr. 350.000,-
Fyri uml. tveimum vikum síðani bjóðaði varaborgarstjórin øllum leiðarum hjá kl. kommunu til fund, har hann kunnaði um fíggjarstøðuna hjá Kl. kommunu og endaði við at siga “Nú er ballið liðugt”
Eg skal beinanvegin upplýsa, at her í húsinum hevur als onki ball verið. Vit hava øll tey árini, undirritaði hevur verði leiðari í Atlantis hildið okkum innanfyri teir fíggjarkarmar, sum vit hava fingið frá kl. kommunu.
Tað er nokk eitt annað hús her í býnum, sum hevur ballast nakað nógv. Fyri sløkum mánað síðani bjóðaði sjálvur varaborgarstjórin Hvannasunds kommunu í eitt “eftir ball” sum skuldi kosta upp ímóti eini heilari álíkning, men tíbetur søgdu Hvannasundsfólk nei takk til hesa innbjóðing.
Vinarliga heilsan
Høgni Klakkstein, dagligur leiðari í Atlantis.




