Hóast nógvastaðni verður boðað frá óvanliga góðum skurði, so var skurðurin í Hattarvík í ár neyvan meira enn um miðal góður.
Summir hagapartar vóru tó betur fyri enn aðrir. Tá seyðurin var fingin til høldar, var farið undir flettingina, og sjálvandi var nógv reypa og gitt, sum vanligt er. Góður møguleiki var eisini hjá teim ungu at nema sær kunnleika um fletting.




