Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Teir reka í Hattarvík

John William Joensen

Um veturin búgva einans 5 mans í Hattarvík + Marianna og Árni, men nú takast skuldi upp eftir heystinum var nógv fólk í bygdini.

Uppistovumenninir tóku sær av rakstrinum í Eystfellinum og inni í Vík saman við Hanus bónda.

Veðrið var sum heild gott, útsynningur vestan er góð ætt í Hattarvík og væl gekst at fáa í rætt.

Børn og vaksin luttóku sum vera man í rakstrinum. Sum sæst á myndunum er onkustaðni bratt, men sum heild er hagin sera góður at ganga í.