Klaksvík
13,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Valevni Tjóðveldis á fundi í Klaksvík

John William Joensen

Leygardagin hevði Tjóðveldi sett valevnum flokksins stevnu í Klaksvík

Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldinum sigur at fundurin var ein roynd at samskipa og samansjóða lokalpolitisku málini í tjóðveldinum.

– Valevnir úr øllum landinum vóru á fundi í Klaksvík og sjálvur hevði eg eitt innlegg um flokkshugsjónin hjá okkum sæst aftur í kommunalpolitikinum.

– Eg haldi ikki at man kann siga at flokkshugsjónir eru at síggja í kommunal politikkinum í dag  – men nú ætlanin er at fremja størrri kommunalar eindir er eingin ivi um at býráðsarbeiði verður meira politiskt.

– Eg meti tað hava stóran týnding at vit hava fundir millum kommunalpolitikarar og landspolitikarar flokksins – soleiðis at man far høvið at tosað saman um kommunalpolitisk viðurskifti.

– Jórun Høgnesen, hevði eisini eitt innlegg um hvussu tað er at virka sum býráðspolitikari.

Býráðsarbeiði – ein politisk-springfjøl?

Formaðurin í Tjóðveldinum heldur at býráðsarbeiði í mongum føri hevur skúla góðar landspolitikarar.

– Eg haldi ikki at býráðsarbeiði er so nógv ein politisk taburett, men vit kunnu siga at arbeiði í kommunustýrunum skúlar fólk til politiskt arbeiði.

– Eg haldi tað verða eitt forsømilsið at kommunalpolitikarar ikki samstarva meira landspolitiskt, men ivist ikki í at størri tørvur verður á hesum nú vit fara at síggja størri kommunalar eindir.