Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hví nokta royking og ikki rúsdrekka?

John William Joensen

Tað kundi verið áhugavert at vita, hvør reaktiónin hevði verið, um onkur bað um loyvi at opna eina tubbaksfabrikk í Føroyum, segði Helgi Abrahamsen m.a. í røðu í tinginum í gjár.

Røða hjá Helga Abrahamsen, løgtingslimi fyri Sambandsflokkin:

Rúsdrekkalógin

Til viðgerðar er uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innflutning og sølu av rúsdrekka.

Tann fyrsta uppfatanin, sum eg fekk av hesum uppskotinum (og eg haldi at tey flestu hava fingið somu uppfatan), er, at uppskotið hevur til endamáls at geva føroyskum bryggjaríum loyvi at bryggja øl, sum vit kortini innflyta. Men tað er ikki endamálið við hesum uppskotinum.

Lógin um innflutning og sølu av rúsdrekka sigur í §3 stk. 2, at landsstýrinum er heimilað at geva bryggjaríum loyvi at bryggja øl, sum í sær hevur hægst 5,8 rúmprosent av alkoholi. Og í §6 verður sagt, at tað er ikki loyvt at innflyta øl, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi

Tað vil siga, at eftir verandi lóggávu, hava føroysk bryggjarí loyvi at bryggja alt tað ølið, sum loyvt er at selja í Føroyum.

Men tað er ikki loyvt at bryggja rúsdrekka (ella brennivín) í Føroyum, og tað er tað, sum við hesum uppskotinum verður mælt til at broyta, eins og styrkin á ølinum (bæði føroyskt framleiddum og innfluttum) fer upp.

Tvær áskoðanir

Tað er altíð ringt at fáa eitt sakligt kjak í lag um rúsdrekka, tí vit hava rættiliga ymiskar áskoðanir á hesum økinum. Fyri summi er rúsdrekka tað evnið av øllum, sum gevur lívinum innihald. Tað er tað sum ger, at vikuskiftini blíva stuttlig, at høgtíðir blíva góðar og tað kann gera eina og hvørja veitslu væleydnaða. Men fyri onnur er hetta sama rúsdrekka størsta vanlukka, sum er hend í teirra lívi. Tað hevur oyðilagt teirra barnaár, teirra heilsu, teirra hjúnalag, økonomi, tað hevur kosta teimum teirra arbeiði o.s.fr.

Og so skulu vit, umboðandi hesar báðar partarnar, royna at fáa eitt sakligt kjak í lag um rúsdrekkapolitikk, og tað sigur seg sjálvt, at hetta kjakið er longu frammanundan dømt at miseydnast.

Summi duga at drekka og summi duga ikki

Tað eru fólk, sum duga væl at drekka. Tey drekka, tá tey ætla sær at drekka, og lata vera, tá tey ætla sær at lata vera. Men tað eru eisini fólk, sum ikki duga at drekka – ella rættari sagt: sum ikki duga at lata vera við at drekka.

Summi eru ”njótarar” meðan onnur eru ”trælir”. Trupulleikin er bara, at tað eru so nógv sum byrja sum njótarar, men sum enda sum trælir.

Vit fáa ikki gjørt eina rúsdrekkalóg, sum er skræddaraseymað til øll. Annaðhvørt er hon ov tálmandi fyri tey sum duga at drekka, ella er hon ov liberal fyri tey, sum ikki duga at drekka. Og so má man taka støðu til, hvønn av hesum bólkunum, man skal hugsa mest um.
Taparar eru ikki bara tey, sum ikki duga at drekka, men eisini teirra børn, teirra hjúnarfelagi og onnar avvarandi – fyri ikki at tala um, um tey seta seg í ein bil og gera øðrum skaða.

Eiga at verja tey veikastu
Eg havi ta áskoðan, at okkara fremsta uppgáva, sum politikarar, er at verja tey veikastu í samfelagnum, og her kann man ikki lata vera við at hugsa um børnini hjá teimum, sum hava eitt ókontrolerað alkoholforbrúk. – Serliga tá hugsað verður um, at vit fyri minni enn einum ári síðani høvdu eitt valstríð, har flokkarnir kappaðust um at umboða tey sokallaðu ”bleytu virðini” (tey veikastu í samfelagnum).

So kann man sjálvandi spyrja, um tað ber til við eini løgtingslóg at avmarka alkoholnýtsluna. Tað trúði man í hvussu so er fyri 17 árum síðani, tá verandi rúsdrekkalóg varð viðgjørd í løgtinginum. – Ella eg vil siga uppá tann mátan, at um man ikki trúði uppá tað, so dugdi man í øllum førum væl at látast sum um at man trúði uppá tað. Tí stendur enn í rúsdrekkalógini: ”Endamálið við hesi lóg miðar ímóti at avmarka rúsdrekkanýtsluna og minka sum mest um skaðan, sum rúsdrekkanýtslan hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið”.

Hesa regluna verður nú skotið upp at strika. Endamálið skal altso ikki longur vera at avmarka rúsdrekkanýtsluna og skaðan, sum rúsdrekka hevur við sær fyri einstaklingin og samfelagið. – Tað er í hvussu so er ein erlig útmelding – ella var man bara óerligur fyri 17 árum síðani, tá man hevði brúk fyri atkvøðunum hjá nøkrum ivandi tingmonnum? Tað var kanska snilt tá at vísa á tað avmarkandi endamálið, líka til lógin var komin ígjøgnum. So kann man, 17 ár seinni, líka taka og rudda upp og fáa tey argumentini beind av vegnum, nú brúk ikki er fyri teimum longur.

Drekka veikari
Tað er ikki so long tíð síðani, at fegnast varð um í fjølmiðlunum, at føroyingar vóru farnir at drekka veikari sløg av øli og rúsdrekka. Vit høvdu fingið eina nýggja drykkjumentan og onkur segði at hetta var prógv um, at føroyski rúsdrekkapolitikkurin virkaði. Sterkt øl og brennivín var býtt um við veikari øl og vín. Men nú fer man aftur tann øvugta vegin. Nú skulu vit hava sterkari øl inn á marknaðin, og vit kunnu vera vís í, at tá føroysk bryggjarí harafturat hava fingið loyvi at bryggja brennivín, so gongur ikki long tíð, til tey eisini skulu hava loyvi at reklamera fyri síni framleiðslu, og so er tann bólturin farin á rull.

Fleiri útskeinkingarstøð
Ein broyting sum kom í lógina, og sum upprunaliga ikki var ætlað fyri 17 árum síðani, var at bryggjaríini fingu loyvi at útflýggja øl uttanum rúsdrekkasøluna. Hvussu verður við tí, um bryggjaríini fáa loyvi at bryggja sterkari øl, og brennivín? Skulu tey eisini fáa loyvi til at útflýggja tað beinleiðis úr teirra goymslubygningum?

Størri framleiðsla merkir størri nýtsla
Hetta uppskotið er eitt vinnumál, og ikki eitt lógarmál, sum tað annars plagdi at vera. Hetta er ein spurningur um framleiðslu, vinnu og útflutning. Vit tosa ikki um drykkjumentan og sosialar trupulleikar, men um framleiðslu og vinnu. – Um krónur og oyru.

Eg skilji væl argumentini um, at tað kann vera líkamikið, hvar ølið verður bryggja, tí man blívur bara fullur av at drekka tað og ikki av at bryggja, so út frá tí tankanum kunnu vit bryggja so nógv sum vit vilja. Og tá man lesur viðmerkingarnar til hetta uppskotið, so fær man eisini varhugan av, at vit skulu bara bryggja, meðan hini skulu drekka. Ætlanin er slett ikki at føroyingar skulu drekka meira. Nei vit skulu bara framleiða. Hetta er eitt vinnumál !

Hinvegin so vita vit øll, at um einki verður bryggjað, so verður heldur einki drukkið, og verður einki drukkið, so verður heldur einki bryggjað. So tað hongur óloysiliga saman.

Sjálvandi er endamálið við eini framleiðslu, at tú skalt selja so nógv sum til ber. Tað er grundreglan undir allari vinnu.

Hví hava “formyndaríð”?
Onkuntíð streyfar tann tankin meg, hví vit ikki bara geva hetta økið leyst. Hví siga vit ikki bara, at vaksin fólk mugu taka ábyrgd av sær sjálvum og sínum egna lívi?

Hví skulu vit hava eitt alment “formyndaríð”, har politikarar skulu ráða fyri, hvat fólk kunnu gera ella ikki gera?

Trupulleikin er bara, at øll fólk taka ikki ábyrgd.

Um øll tóku ábyrgd, so hevði ikki verið neyðugt at havt eina reglu í ferðslulógini, sum segði, hvussu hært tað var loyvt at koyra. Har skuldi bara staðið “koyri eftir umstøðunum” og “vísi ábyrgd”. Men eg eri sikkur í, at um tað stóð í ferðslulógini, so høvdu vit sæð nógva skilaleysa koyring. – Ringt er sum er !

Hví nokta royking og ikki rúsdrekka?
Seinnu árini er nógv gjørt, fyri at avmarka roykingina. Tað er ósunt at roykja, og tí er roykiforboð sett á almennum støðum, avgjøld eru hækkað o.s.fr. – Eitt stórt alment “formyndaríð” er sett í gongd.

Tað kundi verið áhugavert at vita, hvør reaktiónin hevði verið, um onkur bað um loyvi at opna eina tubbaksfabrikk í Føroyum. Tað kundi verið gjørt við akkurát somu argumentum, sum verða brúkt til hetta uppskotið.

Vit innflyta kortini tubbak og sigarettir, og tað kostar samfelagnum nógvar pengar. Vit kunnu vinna pengar av útflutningi og tað er umráðandi at tubbaksvinnan sleppur at menna seg.

Eg trúgvi ikki, at eitt tílíkt uppskot hevði fingið stóra undirtøku. Sjálvandi ikki, tí fólk blíva sjúk av tubbaki, fólk doyggja av tí, og tað kostar nógvar pengar at roykja.

Nú fáa vit at síggja, hvørja lagnu hetta uppskotið fær – sjálvt um fólk eisini blíva sjúk av rúsdrekka, doyggja av tí – og tað kostar eisini nógvar pengar.