Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Innlit í Atlantis – ger so væl!

Høgni Klakkstein

Seinastu dagarnar hevur nakað av kjakinum á Norðlýsinum verið um Atlantis, sum politikarar enn einaferð umhugsa at spara burtur. Her er einki nýtt undir sólini; á hvørjum ári má Atlantis søkja kommununa um eina árliga játtan og hvørt ár er tað ein strævin bardagi at fáa kommunulimirnir at skilja, at tað skal meira til enn bert rentur og avdrøg fyri at reka eitt tílíkt hús.

Tað, at kommunan hevur valt at kalla Atlantis fyri mentanarhúsið í býnum og síðani koma við eini játtan, sum einans røkkur til rentur og avdrøg, eina leiðaraløn, trygging, hita og ein part av elnýtsluni og síðani vænta, at vit møguliga skulu verða kappingarfør við t.d. Norðurlandahúsið kann ikki sigast at vera serliga realistiskt. Eg vænti ikki at tað hevði hent tað stóra í Norðurlandahúsinum, um sami leistur varð nýttur har.

Plásstrot og pírin játtan

Tað eru rættiliga nógvar avmarkingar fyri møguleikanum, at fáa eitt avkast burturúr virkseminum í einum húsi sum Atlantis. Fyri tað fyrsta, so eru einans 97 stólar í salinum. Umframt hetta er eingin teknisk útgerð í húsinum, undantikið sjálv biografútgerðin. Loftið stendur í hálvum gekki. Um hetta bleiv gjørt liðugt kundi tað møguliga leigast út til ymiskt og harvið givið nøkur oyru. Kjallarin var fyri fáum árum síðani ein ruin; nú eru nakrar ábøtur gjørdar, men framvegis fer kloakkroykur um alt húsið, tá hann er norðan í ættini.
Eg kann eisini leggja afturat, uttan at skjóta eftir nøkrum ávísum, at húsið liggur altso í Klaksvík. Einki ringt í tí, men klaksvíkingar eru ikki serliga raskir at vitja tiltøkini í Atlantis. Tískil hava flestu tiltøkini í húsinum givið hall, undantikin ein fyrilestur um tunglyndi, umframt eitt tiltak um kynsliga misnýtslu, sum felagsskapurin KRIS skipaði fyri. Eg veit ikki hvussu tað skal tulkast, at húsið bert varð fullsett til hesi bæði tiltøkini?

Grundin til at undirskoti av tiltøkum ikki hevur koyrt rokniskaparskylduga grunnin á húsagang, ella tvungið okkum til at søkt Kl. Kommunu um eina meirjáttan, – sum er rættiliga vanligt fyri aðrar stovnar her í býnum, – er at vit, fíggjarliga sæð, hava rikið húsið á ein ábyrgdarfull hátt. Vit hava eisini gjørt nógvar ábøtur, bæði innan og uttan, alt fíggjað yvir raksturin, sum mangan hevur ligið rættuliga tungur í sjónum.

Seinasta 5 til 6 ára skeiðið hevur undirritaði hevur verið leiðari í húsinum. Í hesum tíðarskeiðnum hava vit tvær ferðir fingið okkara fíggingarstovn til at fryst rentu og avdrøg í eitt tíðarskeið á ávikavist 3 og 2 mánaðir. Samstundis fingu vit Kl. Kommunu at flyta tveir mánaðir av árligu játtanini fram fyri ístaðin einki at fáa í desember mánaðanum. Hetta fyri at kunnað svara hvørjum sítt í ávís tíðarskeið.

Lítil játtan = avmarkað virksemi

Onkur fýlist á at tað eru alt ov fá tiltøk í húsinum. Her kann eg bara siga; Ja, púra samdur, men veruleikin er, at vit mugu fyrihalda okkum til avmarkaða fíggjarkarmin, sum vit hava fingið at virka undir.
Undirritaði hevur ofta boðið Tjóðpalli Føroya at koma í Atlantis við teirra leikum. Tann seinasti var leikurin Nord Ost, men svarið hevur altíð verið tað sama; vit ætla okkum ikki út at ferðast við hesum leikinum.

Vit hava mangan notið gott av ymiskum tilboðum, sum Norðurlandahúsið hevur givið okkum, uttan at vit skuldu gjalda nakað fyri tað.

Men hetta er ikki sami leistur, sum Kl. Kommuna sjálv brúkar. Niðanfyri er eitt dømi:

1. Norðurlandahúsið gav okkum ein danskan rokkbólk, sum tey høvdu fingið til Føroya. Atlantis skuldi einki rinda fyri bólkin og sjálvt eiga inntøkur og útreiðslur av konsertini. Úrslitið varð, at uml. 30 fólk vitjaðu konsertina og Atlantis vann uml. kr. 600,- eftir at hava goldið annlegg o.a.

2. Hálvt ár seinni keypir Mentanarleiðarin hjá Kl. Kommunu ein líknandi danskan rockbólk úr vinarbýnum Odense. Hann fær Virkishúsið til at heinta manningina á flogvøllinum og annars taka sær av teimum og samskipa konsertina, sum bólkurin spælir í Atlantis. Úrslitið varð, at uml. 30 fólk vitjaðu konsertina, Atlantis vann uml. 2.000,- eftir at hava goldið útreiðslurnar av konsertini, anlegg hesaferð undantikið, og Kl. Kommuna fekk rokningar á uml. 50.000,-

Um vit bara kundu keypt tiltøk í húsið, uttan at hugsa um kostnaðin av hesum, so kundi vit lættliga ímyndað okkum eitt sjálvtøkuborð við einum ótali av møguleikum. Av tí at vit ikki hava nakra beinleiðis slangu niður í kommunu kassan, útyvir árligu játtanina, so noyðast vit at reka Atlantis á ein fíggjarliga ábyrgdarfullan hátt.
Ella sagt við færri orðum: Vit hava havt ta nøgd av tiltøkum í húsinum, sum samsvarar við tað, sum er fíggjarliga ráðiligt, tí flest øll kosta pengar.

Ómentað mentanarnevnd…?

Eg haldi sjálvur at tað er stór skomm, at meginparturin av teimum fólkavaldu, enntá meginparturin av mentanarnevndini, ja sjálvt mentanarleiðarin, altíð hava víst ein løgnan illvilja mótvegis Atlantis og vilja sleppa at spara húsið burtur. Heldur skuldi mentanarnevndin og ikki minst mentanarleiðarin sjálvur, roynt at fingið Mentanarhúsið Atlantis at fungera optimalt. Dávur Winther, mentunarleiðari hevur ikki vilja hoyrt talan um ymiskar ábøtur í húsinum t.d. at royna at fáa eitt gott ljóðanlegg til konsertir og annað í salin.

Gunnvá við Keldu, fyrrverandi forkvinna í mentanarnevndini, sum mynstraði av á hálvum túri, vildi eisini sleppa at stongja Atlantis, tí at biografur var í húsinum og hon helt ikki tað vera rætt av kommununi at spýta pengar í biografvirksemi. Jórun Høgnesen, sum eisini er limur í mentanarnevndini hevur hinvegin sagt seg vera sinnaða at halda fram við at rinda rentur og avdrøg hjá Atlantis komandi árini. Ikki eiti á visionert! Alt tað, sum undirritaði kennir til, eru rentur og avdrøg nakað, sum virkar tyngjandi og avmarkandi fyri allari menning.
Rani Nolsøe er eisini limur í mentanarnevndini í Kl. Kommunu. Fyri fáum árum síðani kom hann á gátt í Atlantis fyri at spyrja um eg var áhugaður í at keypa húsið. Skjóta svarið var nakað í tráð við –“Takk, men nei takk!” Avleiðingin av hesum vildi verið, at tænastustøðið hevði lækkað, rentur og avdrøg høvdu fryst øllum framburði og steðgað øllum lønarveitingum til ein sjálvan og onnur, umframt órímuligir, langir arbeiðsdagar.

Leikmaðurin Nikolas Olsen hevur á kjaktorginum hjá Norðlýsinum sagt tað vera eindømi í øllum heiminum, at ein kommuna rekur biograf. Chefteknikkarin hjá Nordisk Film, sum monteraði surround anleggið í Atlantis í 2004, vildi hinvegin vera við at tað er púra vanligt í smáplássum í Danmark, at kommunan rekur biograf/mentanarhús. Tí tað er jú ómøguligt at fáa nakað avkast av tílíkum á smáplássum. Hetta verður gjørt fyri at økja um trivnaðin á smáplássum.

Eg skal ikki koma við nakrari avgjørdari niðurstøðu viðvíkjandi tveimum so ymiskum útsøgnum, men tað er neyvan at fara ov langt, um eg giti at í øllum førum annar av pørtunum lýgur…?.

Er grasið ikki altíð grønari hjá grannanum?

Mentanarhúsið í Fuglafirði ringdi til mín fyri góðum mánaði síðani, við fyrispurningum viðvíkjandi biografvirksemi.

Um tey fólkavaldu og mentanarleiðarin veruliga ætla at spara, ella broyta nakað viðvíkjandi Atlantis, so meini eg, at tað skal gerast nakað endaligt hesaferð. Hesin yoyo-stílurin (opna, stongja, opna, stongja) við Atlantis, har alt virksemið av og á, onkuntíð, til tíðir o.s.fr. flýtur í einum lunkaðum og óvissum Limbo, kann ikki halda áfram. Tað er snøgt sagt stór skomm.

Antin skuldi húsið, sum onkur heldur, verði slættað við jørðina, ella má onkur varandi loysn finnast.

Her er mítt boð uppá eina varandi loysn fyri Atlantis

1. Kommunan kundi givið Mentanarhúsinum í Fuglafirði alla biografútgerðina. So kunnu klaksvíkingar framyvir koyra til Fuglafjarðar í biograf.
2. Set mentanarleiðaran, sum kortini er blivin fast inventar hjá kommununi, í leiðarastarvið í Atlantis. Tað gevur jú onga meining at hava eitt mentanarhús uttan játtan til mentan, samstundis sum vit hava ein mentanarleiðara við játtan til mentan, men við ongum mentunarhúsi.
3. Klaksvíkar Sjónleikarafelag kundi sloppið at húsast í Atlantis aftur. Hóast K.S.F. saktans kann framføra í Atlantis, ímeðan biografur er í húsinum, so kunnu hesi bæði ikki húsast á somu fermetrum í senn. Tað riggar stak illa fyri báðar partar.

P.S. Onkur kjakari spyr eisini um innlit í ymisk fíggjarlig viðurskifti, m.a. hvat ymisku leiðararnir hjá kommununi fáa í løn. Eg kann svara fyri Atlantis. Leiðara lønin í Atlantis er kr. 22.712,- pr. mðr.

Rakstur og alment innlit

Onkur kjakari spyr eisini um tøl viðv. rakstri. Eg royndi at leggja rakstrarroknskapin fyri fýra tey seinastu árini út til alment innlit, men rendi meg fastan við tøknini. Eg ætli mær tó at royna aftur. Ein møguleiki kundi verið, at eg sendi tilfarið við telduposti til John William, sum so vónandi kundi fingið tað út til almenningin…?
Eg eri púra samdur við kjakaran. Sjálvandi skulu tit, sum gjalda hava lætta atgongd til at síggja hvussu tykkara peningur verður umsitin – ikki minst nú vit hoyra at kommunuskatturin møguliga verður hækkaður. Mín meining er, at alt hetta skuldi verið kunnað, púra opið, umvegis heimasíðuna hjá kommununi.

At enda

Seinastu dagarnar hevur Atlantis verið miðdepil í einum sjónleiki(!), har nógvar illgitingar og illa grundaðar útsagnir hava fylt almenna rúmið. Stundum hevur verið lítið hugaligt at havt ábyrgd av at reka eitt kommunalt fíggjað hús, ímeðan uppøstir kjakarar við fáum royndum og enn minni av innliti hava fylt upp í kjakforumið hjá Norðlýsinum við ókonstruktivum óruddi um sama hús. Eingin letst at vera vorðin klókari av allari umrøðuni og enn eru vit ikki komin víðari við málinum.
Við vón um at hetta fer at broytast…

Vinarliga
Høgni Klakkstein, dagligur leiðari í Atlantis.