Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Stjørnan og Neistin bresta saman sunnudagin

(Oliver Joensen)

Lagt er upp til ein spennandi dyst í KÍ-høllini sunnudagin, tá nummar eitt og tvey frá seinasta kappingarári bresta saman

Dysturin sunnudagin er fyrsti dysturin millum verandi gull- og silvurvinnara í hesum kappingarárinum. Bæði liðini hava higartil leikt tveir dystir. Stjørnan hevur vunnið báðar sínar dystir, meðan Neistin hevur vunnið ein og leikt ein javnan.

Onkrar broytingar eru á liðunum í mun til seinasta kappingarár. Stjørnan hevur styrkt liðið við donsku Diannu Møller. Umframt tveir leikarar úr Danmark, hevur Neisstin, eftir tí Norðlýsið hevur skilt, eisini styrkt liðið við einum tveimum leikarrum úr øðrum føroyskum feløgum.

Dystirnir millum hesi bæði liðíni eru vanliga javnir og spennandi, og vænta vit, at dysturin sunnudagin verður onki undantak. Dysturin byrjar kl. 15:00. Koyr á Stjørnan.