Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fíggjarstøðan hjá Klaksvíkar Kommunu eigur at verða tikin í álvara

John William Joensen

Útmeldingarnar frá leiðsluni í býráðnum um fíggjarstøðuna eru alt annað enn nøktandi og er mest álíkt royksløri, siga umboðini fyri Javnaðar-, Sambands- og Sjálvstýrisflokkin í Klaksvíkar Kommunu í tíðindaskrivi.

Tíðindaskriv frá minnilutanum í Klaksvíkar Kommunu:

Andstøðan vil vera við til, at beina Klaksvíkar Kommunu á rætta leið aftur

Klaksvík 27. Okt. 2008

At skútan Klaksvík hevur kollsilgt, vita øll. Skipari og stýrimenn á skútini tey seinastu árini, hava havt ymiskar frágreiðingar, um hví so er. Andstøðan metir at teirra niðurstøður, als ikki hava nakað við veruleikan at gera.

Nevnt hevur millum annað verið, at væntandi inntøkur, Norðoyatunnilin og so framvegis, hevur ført skútina Klaksvík av kós.

Hetta hevur als ikki nakað við veruleikan at gera, og er hetta bert roykslør, at fjala yvir væntandi førleikar, at føra skútuna.

Klaksvíkar Kommuna er farin av kós, millum annað av hesum orsøkum:

– Væntandi politiskt fíggjarstýring

– Væntandi langtíðar raðfestingar

– Hall á fíggjarlógini fleiri ár á rað

– Ov nógvar verkætlanir og ikki neyv stýring av teimum.

Andstøðan vil taka hundavaktina um neyðugt.
Vit duga at síggja álvarsemi í støðuni vit eru í. Tískil vil andstøðan í Klaksvíkar Kommunu, vera við til, at rætta uppá kósina.

Men, til tess at tryggja framtíðina, vilja vit seta hesi uppskot fram, ísamband við fíggjarlógina 2009.

– Raksturin skal skerjast. Skal í minsta lagið niður á 88 mil.

– Fíggjarlógin skal javnviga.

– Klaksvíkar Kommuna skal gera langtíðar raðfestingar.

– Greið útmelding frá Klaksvíkar Kommunu skal fyriliggja, um hví vit eru komin í hesa støðu – og hetta er ikki orsaka av væntandi inntøkum í ár

– Serfrøðingur/Konsulentur skal setast aftur, at greina og betra um raksturin av Klaksvíkar Kommunu

– Eitt hvørt inntriv, sum verður gjørt ísamband við fíggjarlógina 2009, skal øll samgongan standa aftanfyri, um teir ynskja at andstøðan skal verða við.

Vinarliga

Sambandsflokkurin:
Hans Arne Bertholdsen

Javnaðarflokkurin:
Tummas Lervig og Signhild Joensen

Sjálvstýrisflokkurin:
Kristian Eli Zachariasen