Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Um einki mál er – føra allir vegir á mál!

John William Joensen

So er enn eitt ár tryggja fyri Formulafótbólt hjá KÍ, men hjá einum útiseta sum mær, bløðir mítt KÍ-hjarta.

Finn Jóhannessen, skrivar

Gamaní havi eg havt nógvar góðar løtur, bæði við við- og mótráki, sum leikari, venjari og viðhaldsfólk – men ongantíð hevur áhugin fyri barndómsfelagnum verði størri enn ídag…og má eg mangan fylgja liðnum umvegis netið ella útvarpið.

Men tá ið einki mál er – so føra allir vegir higar: Og tað er júst tað, ið eg haldi, eg vil vísa á, tí seinastu árini hevur verði tosað um visión 2009. Eg siti við kensluni av – hvør gjørdi visiónina, hvør skuldi seta hana í verk, hvør skuldi formidla(fáa boðini víðari) hana, hvør skuldi liva út visiónina?
Endamálið er ikki at varpa ljós á leiðslur, venjarar, umboð, leikarar osv, endamálið hjá mær er ein støðulýsing, sum eg loyvi mær at hava.

Eg havi vunnið á KÍ, leikararnir hjá VB/Sumba høvdu eitt mál: vit vildu yvirliva í Formuladeildini, og vit settu okkum nøkur ítøkilig mál til teir írestandi dystirnar, soleiðis at málið kundi røkkast. 4-8 leikarar til venjing gerandiskvøld (har millum báðir venjararnir). Venjing fríggjakvøld og stutt leygarmorgun og so til dyst. Málini vóru greið, ætlanirnar fyri leikararnir var greið, og málsetningur einfaldur og líka til. Hvat løgdu vit so afturat: minnist til at hava tað stuttligt.

Og stuttligt var tað, við 1-0 sigri á herinum hjá Tony Paris (ikki við vøkrum spælið og flottum detaljum – nei, við at fylgja einari ætlan og byggja á smáu succes’irnar hjá hvørjum einstøkum leikara).

Við tapi móti HB – lagið var í topp á veg suður: hví? Tí vit sóu at tað bar á rættan veg, bæði við spæli, uppdekkan, hugburði og øllum.

Vit vunnu móti NSÍ á heimavølli – fantastiskt úrslit, men hvat var lykilin? 1 minuttir í umklæðingarrúminum har hesið orðini fullu: Minnist til – vit hava vant og terpa avtalurnar, farið út og havi tað stuttligt og njóti góða veðrið og teir mongu áskoðararnir.

Vit fingu ósigrar móti B36, EB/Str, B68, ÍF, HB, men megnaðu omanfyri nevndu sigrar og ein javnleik á seinasta leikdegi.
Hví liggur KÍ nr. 8 og leiðsla, umboð, leikarar osv. leika í eftir pengum á ymiskar háttir? Hví ikki liggja nr. 8 við egnum leikarum?

Eg skilji væl, at ein velur eina Visión, í hesum Visiónstíðum.

Men hvat við at seta ein venjara, sum hevur víst í verki, at hann klárar at byggja upp. Byggja upp leikarar, felag, spæl, sigrar og sigrar. Teir eru kanska ikki teir nemmastu at finna, men eg fái meg illa at trúgva, at eitt felag sum KÍ skal brúka so nógvar pengar til leikarar, útskiftan av venjarum osv, og so enda á einum 8. Plássið.

Nei er einki mál, so føra allir vegir júst har!
Vildi ynskt at leiðslan í KÍ, saman við teimum mongu, sum stuðla, hjálpa, venja osv, royndi at finna røttu KÍ kensluna framaftur, har stoltleikin av at bera KÍ’búnan, har viljin at vinna og lyklaorðini: at onkið er liðugt fyrr enn alt er liðugt, gjørdust slagorð, sum mentu og reistu aftur henda einaferð stolta fótbóltsrisan, soleiðis at orðini hjá John Reid Bjartalíð sála blivu okkara:

Ítróttarfólk her! Stígið í spor fedranna og berið arvin væl og virðisliga víðari fram, og latið altíð ein sannan og reinan ítróttaranda vera tykkara mið og mál; dugið at tapa og dugið at vinna og berið tykkum altíð væl og høviskt at, so tað av sonnum kann sigast, at ítróttarvitin ikki bert anir, men at hann brennur og skínur bjartur, tá tæna tit tykkum sjálvum, ítróttini og Føroya fólki og landi sum heild til virðing og at gagni. Klakksvíkar Ítróttarfelag! Ynskið mítt til felagið er: sunnan og góðan gróður og eydnu í framtíðini. John Reid Bjartalíð (50 ára minnisrit Klaksvíkar Ítróttarfelags s. 174).

Harleywoodpaint