Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sparingar fyri 25 mill. kr.

John William Joensen

Eftir øllum at døma er semja gjørd á fundi í fíggjarnevndini í dag, sum merkir at raksturin hjá Klaksvíkar Kommunu tódnar 25 mill. kr.

Vit hava í allan dag roynt at fingið almennar viðmerkingar – men ikki hevur tað eydnast enn.

Tó er greitt at skatturin hækkar 1% samstundis, sum raksurin hjá Kommununi verðu minkaður niður um 90 mill. krónur.

Seinastu framrokningarnar siga, at inntøkurnar hjá Kommununi komandi ár verða 125 mill. kr. og við skatta hækkingini koma inntøkurnar upp á 131 mill. krónur.

Tískil verður pláss fyri íløgum og her verður tað mesta lagt í nýbyggingina av Ósáskúlanum.

Sum Norðlýsið skilir fer niðurskurðurin í rakstrinum m.a. at merkja uppsagnir, men eingin vil siga hvussu nógvar talan verður um. 

Ógreitt er hvussu breið semjan er um at fremja sparingarnar, men sum skilst er ein meiriluti í býráðnum, sum stendur aftan fyri semjuna.