Tað hevur umvegis vinarbýarsamstarv við Kópavogs bý verið lívligt samskifti millum Kópavog og Klaksvík
Dávur Winther, mentanarleiðari hevur fingið heilsan frá kendum vinnulívsmanni Jón Þorsteinn Gunnarsson, sum hevur verið í Klaksvík umvegis vinarbýarsambandið. Hann syngur eisini í navnframa manskórinum Fóstbræður
Vit hava valt at endurgeva hesa heilsanina, tí hon hevur alment innihald og áhuga:
Kæri vinur Dávur Winther!
Nú eru torførar tíðir her í Íslandi. Eingin hevði droymt um, at allir bankar okkara kundu fara á húsagang næstan samstundis.
Hópin av fólki gerast arbeiðsleys og vit ganga móti einum hørðum vetri. Vit hava torført við at sáttast við Ongland og hava mist tað álit, vit hava havt við onnur lond.
Vit vita tó frá royndum, at ein dag verða tíðirnar betri!
Í dag skínur sólin, so vit royna at hugsa um annað enn fíggjarstøðu.
Í hesi støðu gleðir tað allar íslendingar sera nógv at hoyra, føroyingar hava gjørt av at læna okkum so stóra peninganøgd.
Øll í Íslandi eru rørd av tí vinarlagi, sum Føroyar enn einaferð vísir okkum – Og vit meta tykkum sum hollastu vinir okkara í heiminum.
Eg vóni at at alt veit væl við hjá tær og familjum tykkara. Eg sendi øllum tykkum mínar bestu heilsanir og vóni, at vit kunnu hittast einaferð her í Íslandi ella í Føroyum.
Við bestu kvøðu
Jón Þorsteinn Gunnarsson




