Seinastu trý árini hevur Kunoyar Kommuna brúkt umleið trýggjar mill. kr. til íløgur í nýggjar vatbrunnar og reinsiverk sum nú veita borgarunum sóttreinsað vatn
– Nú reinsiverkinini standa liðug kosta tey umleið eina millión krónur tilsamans, sigur Heini O. Heinesen, bygdarráðsformaður í Kunoyar Kommmunu.
– Hetta er ein stór íløga fyri eina kommunu, sum hevur eina inntøku um tríggjar milliónir krónur um árið.
– Vit eru somikið væl fyri at vit hava ikki fyri neyðini at taka lán, men hava pening tøkan.
– Tó merkja vit eisini væl til eina minkin í inntøkunum – inntøkumetingin sum liggur á borðinum í løtuni sigur at vit fáa einar 500.000 krónur minni inn komandi ár og tað fer sjálvandi eisini at merkjast.
Heini O. Heinsen sigur at reinsiverkini lúka øll nútímans krøv og góður møguleiki er at byggja tey út um neyðugt skulid verið fyri tí.




