Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klakksvíkar Ullvirki til mentanarhús

John William Joensen

Magnus Hansen, arkitektur sigur at “Klakksvíkar Ullvirki” er ein áhugaverdur bygningur í føroyskari byggisøgu.

– Allur bygningurin er bygdur úr betong – tvs. at sperrir og dekk eru stoypt umframt sjálvir sprossarnir í vindeygunum, og hetta ger hann til nakað heilt serligt.

– Bygningurin kundi verið áhugaverdur sum mentannarhús og vit hava gjørt okkum nøkur hugskot um hetta. Eigarin er eisini sera áhugaður í at varðveita bygningin og tí eru góðir møguleikar fyri at okkurt spennandi fer at spyrjast burtur úr, segði Magnus Hansen, tá vit hittu hann á loftinum í "Klakksvíkar Ullvirki" í dag.