Leygardagin var minningarhald í Vágstúni og vit vóru ein túr við myndatólinum
Eins og vanligt var tað borgarstjórin sum skipaði minningarhaldið.
Í ár var tað kórið hjá KFUM&K sum leiddi felagsangin.
Hanus Simonsen, prestur, flutti fram røðu og síðani vóru kransar lagdir við minnisvarðan.
Vegna Klaksvíkar Býráð: Steinbjørn O. Jacobsen.
Vegna Føroya Landsstýri: Helena Dam á Neystabø.
Vegna Klaksvíkar Útróðrarfelag: Ólavur Poulsen.
Vegna Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag: Arthur Guðjonsson.
Vegna Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag: Jastrid W. Niclasen.
Meira um minningarhaldið seinri: SÍ MYNDIR




