Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Samanleggingin av Toll&Skatt – eitt heitt politskt epli

John William Joensen

Nú fýra ár eru liðin síðan fíggjarmálaráði tók avgerð um at flyta Toll og Skattstovuna í Klaksvík til Gøtu er einki hent, hóast vit hava havt fýra ymiskar landsstýrismenn. Málið er fullkomuliga rent fast og nú liggur heita epli á borðinum hjá Eidesgaard.

Bárður Nielsen
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, boðaði í 2004 frá at Toll og Skatt skuldi skipast í størri deplar kring landið. Deildirnar í Klaksvík og Saltangará skuldu leggjast saman og flytast til Gøtu.

Magni Laksáfoss

Tá Bárður legði frá sær í úrtíð tók Magni Laksáfoss við sum landsstýrismaður ,men stutta tíðarskeiði hann sat í landsstýrinum var bíðja eftir at Toll og Skatt og Eystur Kommunu skuldu semjast um ein nýggjan bygning at húsa umsitingini hjá Kommununi og Toll og Skatt. Soleingi talan var um eitt umsitingarligt mál vildi landdstýrismaðurin ikki blanda seg uppí varð sagt úr fíggjarmálaráðnum.

Karsten Hansen
Tá Karsten Hansen tók við sum landsstýrismaður í fíggjarmálum var longu greitt at stórir trupuleikar vóru við verkætlanini í Gøtu og málið var koyrt fast.

Í samrøðu við Norðlýsið fríggjadagin 22. februar segði Karsten Hansen at hann ætlaði at finna eina skjóta loysn.
– Eg havi fingið eina kunning frá stjóranum á Toll- og Skattstovuni og sum eg skilið so hevur hetta málið koyrt í klingur alt ov leingi. Eg havi ikki gjørt mær nakra niðurstøðu – men hon verður gjørd fyrst dagin, segði Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri við Norðlýsið. Sum Norðlýsið skilir hevur samband verið millum fíggjarmálaráði, Eystur Kommunu og Klaksvíkar Kommunu, men tíðarskeiði CHE samgongan sat við valdið hendi heldur einki í Toll&Skatt málinum.

Jóannes Eidesgaard

Í dag er tað Jóannes Eidesgaard, sum er landdstýrismaður í fíggjarmálum og sambart ráðnum hevur nýggi landsstýrismaðurin ikki havt stundir at avgreitt málið.

Sum Norðlýsið skilir er málið fullkomuliga fastlast og eingi útlit eru fyri at finna eina loysn í Gøtu.

Fyri starvsfólk á toll og skatt, sum í dag eitur TAKS, merkir hetta at tey fleiriferðir hava pakka niður og upp.

Toll&Skatt er eitt heitt politiskt epli, sum tríggir av fýra landsstýrismonnum hava tveitt víðari og spennandi verður at vita um tann fjóðri í røðini fer at koma til nakra brúkiliga niðurstøðu.