Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jens Marni og Kim í klubbanum

(Erik Biskopstø)

Sigast má at tað er nógvur Live tónleikur í býnum í kvøld!

Nakrir av landsins bestu sangaraum og sangskrivarum vera at hoyra í Klaksvík í Kvøld.

Í kvøld verður Live tónleikur at hoyra í ikki minni enn fimm støðum í kvøld: Víkafé, Klubbanum, Barok, Maverick og Húsinum, har tey ungu kunnu hoyra Oniontree.

Nú tað stundar til jòla og jólafrokostarnir byrja so smátt, fer Klaksvíkar klubbi undir eina spennandi skrá fram til Jóla.
Hvørt leygarkvøld fer Klubbin at hava góðan dans, við kendum føroyskum tónleikarum.

Skráin byrjar í dag, 8.november, tá Jens Marni og Kim Hansen koma at spæla til dans.
Jens Marni og Kim, koma so at seta startskotið fyri eini spennandi skrá fram til jóla.

Øll eru vælkomin at njóta nýumvældu hølini hjá Klaksvíkar Klubba og hugna sær við góðum tónleiki, siga fyrireikararnir.