Gjárakvøldið fekk trý ára gamli sonur okkara bráddliga útslett um allan kroppin, men á Klaksvíkar Sjúkrahúsi noktaði lækni at kanna dreingin og bað okkum ringja 1870
Sonurin er sum vanlig trýáragomul børn í Klaksvík, men í vikuskiftinum hevur hann havt trupuleikar av eygnabruna.
Hann fekk eygnadropar frá kommunulæknanum fríggjadagin og hevði tað gott – men sunnukvøldið hendi nakað, sum vit ikki hava upplivað áður, og sum vit onki kendu til.
Tá farast skuldi til songar fer hann bráddliga at gráta og at skriðja sær um allan kroppin. Vit síggja at hann hevur útslett um allan kroppin.
Síðani landsstýrið avtók komunulæknavaktina í Norðoyggum er eingin annar møguleiki fyri skjótari læknahjálp enn at fara á sjúkrahúsið og tað gjørdu vit.
Meðan eg koyri á sjúkrahúsið ringið eg og greiði frá at vit eru á veg. Sjúkrasystur biðjur okkum um at koma á deild M tí læknin hevur júst tikið ímóti einum sjúklingi og er tí á deildini.
Komin á deildina verða vit biðin um at bíðja á uppihaldsstovuni og vit so gera.
Tað gongur ein lítil løta – so kemur læknin.
– Vit eru ein skaðastova, sum viðgerð akutt beinbrot o.a. tílíkt!
– Útslettið sonur tín hevur fingið er starvsøkið hjá kommunulækna.
– Eg kann ikki viðgera son tygara – tú mást ringja 1870.
Hetta vóru einastu orðini frá læknanum, sum síðani segði seg hava annað at gerða.
Sjúkrasystrarnar vóru sjónliga illa við av útsøgn læknans, sum vendi okkum bakið og fór aftur inn á skrivstovuna.
"Tilboðið" vit kunnu bjóða er at tú koyrir til Havnar
Hetta er fyrstu ferð at undirritaði hevur upplivað at verða avvístur av lækna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og eg var ikki sørt skelkaður.
Havi ígjøgnum arbeiðið, sum blaðmaður tosað við fólk, sum hava uppliviað tað sama og í fleiriførum skrivað um fólk sum á náttartíð eru send til Havar – líka av Viðareiði – koyrandi á náttartíð framvið Klaksvíkar Sjúkrahúsi!
Ikki sørt skakkur av viðferðini og á veg út gjøgnum dyrnar á deild M – gerðist eg greiður yvir at hetta kann ikki verða rætt!
Eg vendi inn aftur á deildina, sessist og ringið 1870, meðan læknin á deildini gongur og putlast við okkurt á gongini og á skrivstovuni.
– Allar linjur eru upptiknar – ring aftur seinri, ljóðar frá automatiska telefonsvaranum hjá Læknavaktini á Landssjúkrahúsinum.
Eg síggið at læknin – sum skrivar óført – skoytir eftir mær av og á.
Eg ringið tríggjar ferðir – sama svar. Fjóðruferð svarar læknavaktin.
Greiði síðani frá at eg sitið við sjúka soni mínum á deild M á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
– Ein lækni stendur skamt frá mær, men hann noktar at hyggja til sonin og biðjur meg ringja til Havnar.
– Sonurin hevur útslett um allan kroppin og hann skriðjar sær ógvusliga. Júst nú meðan vit tosað er hann tó róligur og útslettið sær út til at verða avtakandi, greiði eg læknavaktini í høvuðsstaðnum frá.
– Hatta ljóðar sum "nællefepur" sigur læknavaktin – men eg haldi tað verða umráðandi at eg síggið son tygara!
– Tilboðið eg kann bjóða tær er at koyra til Havnar – tí sjúkrhúsið í Klaksvík viðgerð ikki uppgávur, sum liggja undir kommunulæknum – eg má umbera ómakin – men soleiðis er skipanin, var sagt frá læknavaktini.
Ringdi til advokat
Undirritaði legði hornið á men TILBOÐIÐ at fara út á landsvegirnar – einsamallur – við trý ára gamla soninum í vindi og regni – tyktist rættuliga ræðandi. Konan kundi sjálvandi ikki koma við tí vit høvdu eisini tvey børn heima við hús.
Meðan eg soleiðis sitið og hyggið yvir á læknan, sum ikki vil hyggja til sonin – takið eg telefonina og ringi til advokat.
Hann liggur eisini sjúkur – men er tó so heppin av verða sjúkur í høvuðsstaðnum.
Hann øtast um at tænastan skal vera vorðin so vánalig í Klaksvík, men leggur afturat at tað er óivað rætt at lækni vísir okkum til landssjúkrahúsið – tí skipanin sigur at hann skal gera tað. Tó er hann í iva um hvørt ein lækni kann nokta at hyggja til eitt sjúkt barn, sum er komið á sjúkrahúsið.
– Sum støðan er júst nú – so haldi eg at tú hevur tveir møguleikar.
– Tú kanst nokta at koyra til Havnar og so er spurningurin um teir senda tykkum við sjúkrabilunum.
– Men í øllum førum eigur tú at krevja at fáa eitt skrivligt skjal frá læknanum har hann vísir tykkum burtur frá sjúkrahúsinum.
Eg hyggið síðani upp á læknan og sigið sum er – at advokaturin hjá mær sigur at eg skal hava avvísingina skrivliga.
Læknin gerst eitt sindur skakkur men noktar.
– Nei, soleiðis virkar skipanin ikki – eg fari ikki at skrivað undir nakað sum helst – skalt tú hava eina skrivliga avvísing, so mást tú venda tær til leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
Ringdi til leiðsluna á Klaksvíkar Sjúkrhúsið.
Eg takið síðani telefonina og ringi til umsjónarmannin á Klaksvíkar Sjúkrhúsið – meðan læknin fer spaserandi eftir gongini.
– Takk fyri at tú ringir til mín – vit hava nógvar slíkar tilburðir men vit í leiðsluni hoyra ikki um teir fyrr enn teir hava verið.
– Eg ivist onga løtu í at læknin hevur rættin upp á sína síðu – tí soleiðis virkar nýggja skipanin við læknavaktini.
– Men støðan er óhaldbar fyri Klaksvíkar Sjúkrahús og er við at undirgrava stovnin.
– Tá læknar avvísa fólki gongur tað útyvir starvsfólkini hjá okkum og umdømið hjá stovninum.
– Bíða eina løtu – eg skal royna at fáa fatur á yvirlæknanum.
Tað gongur ein lítil løta – so ringir umsjónarmaðurin aftur.
– Yvirlæknin er enn til arbeiðis – hann kemur um lítla løtu!
Endiliga
Hesar 40 minuttirnar vit hava sitið á deild M er sonurin vorin betur fyri og úslettið, sum var um allan kroppin er næstan burtur.
– Tað gongur ein løta so kemur ein fryntligur lækni. Hann kannar sonur og heldur at talan er um "Nællefepur ella eina "alergiska reaktión".
– Um hann gerast verri aftur – kom so aftur á sjúkrahúsið, sigur hann og vit fara væl nøgdir heim, hóast eg má siga at eg var skelkaður inn at sálini av móttøkuni.
Soleiðis virkar skipanin
Á veg út av deildini møti eg læknanum – hann endurtekur at hann fær einki gjørt tí soleiðis hava føroysku politikararnir gjørt skipanina. Starvsfólk eru eisini umberandi og greiða frá tey fáa einki gjørt, men at hendan støðan sum eg nú sjálvur havi upplivað hendir javnan.
Heimafturkomin sovnar sonurin skjótt og nú klokkan er farin av miðnátt fara øll til songar.
Útpurring
Umleið ein tíma seinri vaknað vit við at sonurin stórgrætur.
Nú síggja vit at útsletti er um allan kroppin og verri enn áður. Smáu blørurnar eru allastaðir og hann skriðjar sær harðliga.
Tað pissregnar uttanfyri og ikki sørt at eg hoyri vind.
Konan kann sjálvandi ikki ríma frá børnunum og koma við mær til Havnar – og tankin um at koyra einsamallur við grátandi og sjúka soninum er ikki tiltalandi.
Hesa løtuni banni eg innatanna inn á teir politikarar, sum so altráðir hava flutt kommunulæknavaktina til Havnar – men kenni meg noyddan at krúpa til krossin.
Ringið síðani til 1870 og læknavaktin svarar. Tá eg sigið hvør eg eri og hvør sonurin er – merki eg at læknin minnist til telefonsamrøðuna vit høvdu fyri løtu síðan. Hann er sera varligur og umhugsin.
– Hatta ljóðar sum "nællefeber"! Hann spyr um vit eiga ávíst slag av tablettum – men tað eiga vit ikki.
– Eg veit at hetta ikki er vanligt, men gev mær fartelefonnummari hjá tær – so ringið eg á Klaksvíkar Sjúkrahús at spyrja um tey kunnu geva tær nakrar tablettir.
Tað gongur síðani ein løta og læknavakin ringið aftur.
– Far inn á deild M – so fært tú nakrar tablettir frá teimum!
Undirritaði takkar fyri og koyrir við soninum enn einaferð út á sjúkrahúsið.
Sjúkrasystrarnar á deildini geva soninum tablett – blanda við sodavatn og hann tekur ímóti.
Ein kemur við einum papíri, sum er printa út frá NetDoktor og sum greiðir frá hvat "nællefeber" er fyri eitt fyribrygdi.
Heimaftur komin er útslettið mundandi minkað og sonurin sovnar – hann svevur náttina á tamb!
Nær vaknar Hans Pauli Strøm
Meðan eg eygleiði sovandi sonin, renna takarnir gjøgnum høvdið og eg takki Gudi fyri fryntligu starvsfólkini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi "uttan læknanum sum avvísti okkum" fyri góða viðferð, men samstundis eigur landsstýrismaðurin og teir politikarar, sum hava verið við til at avlagað læknaviðurskiftið í norðoyggum at skammast.
Sum blaðmaður havi eg fleiri ferðir skrivað um fólk, sum eru send av Viðarreiði – Trøllanesi og aðrastaðni í Norðoyggum til Landsjúkrahúsið í Havn – forbí Klaksvíkar sjúkrahús.
Í nátt upplivdi eg tað sama og eg farið at venda mær beinleiðs til Hans Paula Strøm, sum ovasti ábyrgdari fyri sjúkrahúsverkið og sum upphavsmaður til læknavaktina.
Hví er tað so umráðandi at sabotera heilsuverkið i Norðoyggum og hví skulu vit norðoyingar ikki longur hava atgongd til lækna eftir kl. 16 yrkadagar?
Seinastu átta árini er heilsuverkið í Norðoyggum bumbað aftur í miðøldina og tað er hent við vælsignilsi frá politikarum og leiðsluni fyri føroyska heilsuverkið.
Klaksvík tann 10. november 2008
John William Joensen




