Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Nýggj andlit

John William Joensen

Til valið í ár eru nógv nýggj valevni uppstillaði. Nú er møgileikin at atkvøða fyri einari broyting í býráðnum.

Eg vil heita á allar veljarar at atkvøða fyri valevnum sum vísa ábyrgd og vilja stýra kommununi við skili, bæði fíggjarliga og í aðrar mátar.

Tað sum má raðfestast fremst er at fáa kommununa upp á beint aftur, fíggjarliga. Tá íð tað málið er rokkið kunnu vit fara undir at skapa okkum eitt umhvørvi har vit øll trívast.

Eg eri eitt av hesum nýggju andlitum og eg vóni at eg fái tykkara stuðul.

Auðunn Konráðsson