Í Tórshavnar kommunu er býráðssamgonga skipa millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi valskeiðið 2009-2012.
Flokkarnir ásanna, at politiska samarbeiðið flokkanna millum fekk dygga álitisváttan á býráðsvalinum í gjár og tí er natúrligt at somu flokkar halda fram komandi valskeið.
Framtíðar samarbeiðið byggir á tann grundvøllin, sum lagdur er í farna valskeiði.
Heðin Mortensen úr Javnaðarflokkinum verður valdur til borgarstjóra og Bogi Andreasen úr Tjóðveldi verður 1. varaborgarstjóri.
Á myndini síggjast frá vinstru Levi Mørk, Halla Samuelsen, Jógvan Arge, Maria Hammer Olsen, Bogi Andreasen, Heðin Mortensen, Marin Katrina Frýdal, Jákup Símun Simonsen og Elin Lindenskov.




