icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sunnudagin skal slagið standa

Oliver Joensen

Spurningurin er, megnar VB sum fyrsta liðið í hesum kappingarárinum at koppa Stjørnuni, tá tær sunnudagin koma á vitjan. Tað hevur gingið gott hjá VB seinastu dystirnar, so lagt upp eitt brak av einum oddadysti í KÍ-høllini.

Higartil hevur tað ikki eydnast nøkrum av hinum liðunum í Sunset kappingini at sigra á meistarunum úr Stjørnuni. Men við góðu gongdini hjá VB seinastu dystirnar, har tær m.a. hava vunnið á nærmastu kappingarneytunum Neistanum og Tjaldur, skulu tær avgjørt ikki undirmetast, tá tær koma á vitjan sunnudagin. Í mun til seinasta kappingarár er liðið styrk og er breiddin á liðnum er tí størri.
Burtursæð frá Joan Djodjevic sum framvegis er ivasom vegna knæskaða, so er Stjørnuniliðið fullmannað og væl fyri til dystin.
Vit vanta eina stúgvandi fulla KÍ-høll av væluppløgdum viðhaldsfólki, tá dysturin verður bríkslaður í gongd kl. 15:00. Koyr á Stjørnan.

Harleywoodpaint