Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Á kós við Klaksvík

Oliver Joensen

Kjakrøðin Á kós við Klaksvík setur fokus á menning í Klaksvík og nærumhvørvinum!

Eftir væleydnað tiltak 28.oktober, har tosað varð um Ungdóm sum tilfeingi, er evnið hesa ferð:

Klaksvík sum miðdepil og drívmegi

Fyri at lýsa nýggju avbjóðingarnar Klaksvík stendur yvirfyri, hava fyrireikarnir fingið Olga Biskupstø, samfelagsfrøðing, at røða um evnið. Hon kemur í síni framløgu, at taka støði í teimum broyttu umstøðunum. Hon fer at lýsa Klaksvík sum vakstrar økið, og samanbera við tær fyritreytir, ið mett er, skulu vera til staðar, skal eitt økið mennast og hava leiklutin sum miðdepil í útjaðaranum.
Megnar Klaksvík avbjóðingina, framhaldandi at vera meginøkið fyri norðan, nú leiðin til onnur meginøkið er styttri?

Aftan á framløguna verður skipað kjak í bólkum, síðani verður umrøða av bólkakjaki á alfundi og møguligar niðurstøður orðaðar.

Vælkomin í Virkishúsið, Klaksvíksvegur 57, týskvøldið 18. nov. kl 1930

Harleyfacadeacryl