Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ fyrireikar Formulahópin 2009: Higartil telur Formula hópurin 2009 uml. 14

Norðlýsið ÍTROTTUR

Sum støðan er í løtuni, er tað sannlíkt, at KÍ í komandi kappingarári fer at royna flogið í Formuladeildini við heimligum leikarum.

Givið er, at Alexandar Djordjevic, høvuðsvenjari, og Jákup Mikkelsen, hjálparvenjari, í teirra fyrsta kappingarári sum venjarapar ikki fáa nógv at rutta við. Hesum forðar fíggjarstøða felagsins fyri.

Tí verður uppgáva teirra at fá ta best møguligu loysnina við teimum leikarum, sum eru tøkir í felagnum og í umhvørvinum annars.

Hetta arbeiðið er sjálvandi longu byrjað, har venjararnir í samstarvi við leiðslu felagsins hava gjørt avtalur við nakrar av teimum leikarum, sum koma at mynda Formulaliðið í komandi kappingarári.

Sum skilst, er talan um eitt nú hesar spælarar, sum væntast at verða partur av Formulahópinum í 2009:

Ein málmaður:
Jákup Mikkelsen

Fimm verjuleikarar:
Jógvan Isaksen
Ári Samson
Sigmund Jacobsen
Jan Andreasen
John Hammer

Seks miðvallarleikarar
:
Allan Joensen
Kristoffur Jakobsen
Eli Simonsen
Heðin á Lakjuni
Álvur Christiansen
Erland B. Danielsen

Tveir álopsleikarar:
Rógvi Jacobsen
Steffan Kalsø

Tvs. samanlagt 14 leikarar.

Harumframt eru tveir av teimum heilt ungu, sum í 2008 lutvíst vandu við Formula, og sum lutvíst fingu nakrar minuttir á vøllinum ímóti endanum av Formula-kappingini:

Sørmund Kalsø (vanliga verjuleikari)
Ivan Joensen (miðvallari/álopsleikari)

Hesir báðir seinast nevndu eru rættiliga ungir enn til Formulafóbólt her og nú, men um teir verða partur av Formulahópinum í komandi kapping, so fer talið av leikarum í Formulahópinum upp á 16, sum framvegis er ov lítið í mun til tað, sum vanliga krevst fyri eitt heilt kappingarár.

Sambært upplýsingum frá KÍ-keldum, hevur samband verið millum felagið og Ova Nysted, men í skrivandi løtu er einki avtala gjørd millum partarnar, og tí verður hann ikki tikin við í leikarayvirlitið í hesari greinini.

– – –

Málmansplássið hjá KÍ er tað best mannaða í landinum við Jákupi Mikkelsen, og hóast hann nú eisini hevur uppgávuna og ábyrgdina sum hjálparvenjari, so er heilt givið, at tíðin ikki enn er búgvin til at  lata nøkrum orðum málmansuppgávuna á Formulaliðnum.

Høvuðsvenjarin dylur heldur ikki fyri, at Jákup hevur serligan týdning fyri liðið, nú tað er í einari uppbyggingarfasu.

– – –

Sama kann sigast um mannin, sum Bláa Bylgjan við kappingarlok í ár gav ein serligan heiður fyri hansara stabila, sjálvbodna og sterka avrik fyri KÍ í nógv ár.

Jan Andreasen
telist eisini millum teirr royndu menninar, sum venjarin ynskir at hava á liðnum saman við yngri leikarum fyri at styrkja og stabilisera KÌ-liðið.

Lætt er at ímynda sær Jan Andreasen í miðverjuni saman við eitt nú Jógvani Isaksen, sum hóast unga aldurin longu hevur víst dygdir líknandi sum Jan.

– – –

Høgra bakkpláss hevur í nógv, nógv ár verið væl mannað av Harley Bertholdsen, sum í mars mánað komandi fer um tey 40.

Spennandi verður at síggja, hvønn leikarar nýggi venjarin fer at velja til hetta plássið í 2009.

Í fjør fekk John Hammer nakað av spælitíð á hesum plássinum, so hann er  eitt boð upp á tað plássið.

Ein av teimum heilt ungu, sum kann spæla á høgra bakki, er Sørmund Kalsø.

– – –

Vinstri bakkur verður helst Sigmund Jacobsen.

Ein annar verjuleikari, sum kann koma upp á tal til eitt av teimum vanliga fýra plássunum í verjuni, er Ári Samson.

– – –

Heðin á Lakjuni er, eins og Sigmund Jacobsen, væl egnaður til vinstra bakkpláss, men verður helst eitt sindur longur frammi í somu síðu, tvs. vinstri vongur.

Um vit ganga út frá Heðini sum vinstra vongi, kunnu hesir spælarar manna hini plássini á miðjuni:
Allan Joensen, Eli Simonsen, Kristofur Jakobsen, Álvur Christiansen og so tann nýggi spælarin av Skála: Erland B. Danielsen.

– – –

Frammi í álopinum er útgangsstøðið, at Rógvi Jacobsen er sjálvskrivað fyrsta val til tað plássið.

Aftur at Rógva í álopinum í 2009 hava vit Steffan Kalsø, og so kemur tann blaðungi álopsleikarin afturat, nevniliga Ivan Joensen.