Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fagri, nýggi tøkniligi heimur: Hvør leikur úr Dresden til Føroya í somu løtu

Norðlýsið ÍTROTTUR

Umvegis alnótina verður hvør einasti leikur á hvørjum talvborði varpaður beinleiðis til tín í somu løtu, sum flutt verður. Tú sært tímaglasið renna. Sjálvt sekundvísarin livir. Tú skiftir ímillum talvini, alt eftir hvussu spennandi støðan er.

Á heimasíðu Talvsambandsins, www.faroechess.com, verður javnan greitt frá Talvolympiaduni 2008, har Føroyar sum vant eru eitt av luttakandi londunum.

Á nevndu heimasíðu hugleiðir Suni Merkistein, útvarpsmaður – sum sjálvur hevur verið kappingartelvari og hevur verið á føroyska landsliðnum – um, hvussu góðir møguleikarnir eru fyri at fylgja við.

Hugleiðingar Suna eru so væl skrivaðar, at vit fullu fyri freistingini at endurgeva tær her – hann skrivar soleiðis:

OL-FEPUR !

Sjálvt uppilagstir telvarar hava fingið ein feril av hesi serligu OL-farsóttini, sum nú er farin at ganga í Føroyum. Er tað ikki ein makaleysur stuttleiki, sum nútímans tøknin hevur veitt okkum?

Vit ganga spentir og bíða til klokkan er tvey. So seta vit niður til Dresden. Fram á telduskíggjan fáa vit tann fulla pakkan. Hvør leikur á hvørjum borði hjá okkara monnum verður varpaður beinleiðis til tín í somu løtu, sum flutt verður.

Tú sært tímaglasið renna. Sjálvt sekundvísarin livir. Tú skiftir ímillum talvini, alt eftir hvussu spennandi støðan er. Sum at zappa millum sjónvarpsræsurnar. Tú kanst fara frá, gera tær ein kaffimunn, síðani venda aftur. Gera eina nýggja støðumeting. Okkurt rend yvir í onkran av hinum dystunum, men mesti spenningurin snýr seg um okkara lið.

Sum tímarnar fara økist spenningurin. Nú sansar at. Tú konsentrerar teg um mest spennandi talvið. Stundum dregur forvitnið teg millum tvey av talvunum, stundum trý.

Eftir tríggjar tímar við síðulinjuna verður tú partur av dystinum. Tú billar tær inn, at tú hevur sama innlit í støðuna, sum teir báðir, ið flyta fólkið í Dresden. Tú kennir teg í somu neyð sum sperdi landsmaðurin við borðið, tá ið tað sansar at, og líka fegnan og ernan, tá ið sigurin er í eygsjón. Adrenalinið pumpar. Hjartað slær títt. Tú fært ikki upp í lag at renna út á vesið at kasta tær av vatninum, tí støðan er á gosi í tveimum av talvunum. Fer tað at eydnast? Fer Jóan Hendrik at halda tørn í endatalvinum? Hevur Helgi ikki greiðan fyrimun nú? Fer hann at vinna? Tú knýtir nevan og sigur yesss, tá ið tann avgerandi leikurin verður fluttur – leikurin, sum tryggjar Føroyum eitt gott úrslit.

Hetta er sum ein spennandi fótbóltsdystur í sjónvarpinum. Eins og avgerandi støður í fótbóltsdystum verða sýndar í slow-motion, so verður eisini viðhvørt bakkað nakrar leikir í spennandi talvinum at síggja umaftur, hvussu júst henda støðan kom upp.

Tú situr á fremstu parkett til hvørt talvið í dystinum. Tú fært alt dramaið í fullum potensi. Heima við hús. Langt frá Dresden. Sjálvt Finnbjørn Vang hevur ikki sama góða útsýni til talvini sum vit.

Hetta er fagri nýggjur heimur Huxleys. Talv sum beinleiðis dramatiskt globalt undirhald – líka spennandi sum at síggja ein góðan dyst í sjónvarpinum.

Hetta er einki minni enn ein kollvelting tøkniliga.

Eg minnist fyri tjúgu árum síðani. Talv-OL í Saloniki 1988. Eg var við sum journalistur. Skrivaði heim til Sosialin og sendi útvarpinum rapportir.

Internet var ikki til. Ei heldur fartelefoni. Tað stóra nýggja upfinnilsi tá var telefax.

Eg skuldi senda Sosialinum greinir. Skrivaði um kvøldarnar á elektriska skrivimaskinu á pressusentrinum. Støðumyndirnar gjørdi eg manuelt. Klistraði figureraða talvfólkið niður á avmyndaðu talvborðini, sum síðani vórði límað á manuskriptið, ið faxast skuldi heim.

Men telesamskiftið millum Føroyar og Grikkaland var ógvuliga vánaligt. Fryntligu starvsfólkini á presusentrinum stóðu ofta fleiri tímar yvir faxmaskinuni, áðrenn samband fekst til Føroyar.

Sama var við útvarpsrapportunum. Einki beinleiðis telefonsamband. Í staðin vórðu frásagnirnar sendar umvegis collect-call. Eitt langt og sjey breitt at bíða. So inn í klivan at lesa. Men tá var tað hildið at vera óført, at tú kundi fáa talv og frásagnir fram longu dagin eftir ella kanska annan dagin eftir, at telvað hevði verið.

Myndirnar máttu kortini bíða til vit vóru heimaftur komnir. Kortini hugsi eg, at fólk vóru líka spent og forvitin sum nú, og sótu undir hvørjum orði, tá ið frásagnirnar komu í útvarpinum, og mong blaðaðu spent upp at lesa tað, sum í bløðunum stóð.

Nú gjørdist hetta ein longri epistul, men eg ætlaði ikki annað enn at heilsa og siga, at tað hevur verið ein sonn fragd at fylgja við úr Dresden.

Í dag var tað serliga spennandi og hugaligt. Er hetta ikki eitt av okkara heilt góðu úrslitum? Vit telvaðu 2-2 móti Rumenia og Danmark á sinni, men tá sótu ikki stórmeistarar á hvørjum borði.

Hjartaliga tillukku og blíðan byr! Vit eru við tykkum hvønn dag!

Harleyfacadeacryl