Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Airways 17 mió. kr. í avlopi og betri grundrakstur

Oliver Joensen

Úrslitið hjá Atlantic Airways fyrstu níggju mánaðirnar í ár var 17 mió. kr. fyri skatt og 14 mió. kr. eftir skatt.

Grundraksturin vaks munandi fyrstu níggju mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør

Úrslitið áðrenn avskrivingar var 73 mió. kr. fyrstu níggju mánaðirnar í ár samanborið við 61 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Grundraksturin batnaði sostatt við 12 mió. kr.

Úrslitið fyrstu níggju mánaðirnar í ár eftir skatt var 14 mió. kr. samanborið við 29 mió. kr. somu tíð í fjør.

Hendan minkingin stóðst í stóran mun av, at virðisjavnanin av virðisbrøvum var munandi lakari í ár enn í fjør orsakað av altjóða fíggjarkreppuni.

Stjórin í Atlantic Airways, Magni Arge, er væl nøgdur við úrslitið hjá felagnum:

"Rembingarnar í fíggjarheiminum og sveiggini í oljuprísinum hava í ár sett nógv flogfelag í trupla støðu. Atlantic Airways hevur megnað at lagað sín rakstur til broyttu umstøðurnar og kann tí vísa á eitt gott úrslit og betri grundrakstur," sigur hann.

Samlaða framleiðslan hjá Atlantic Airways øktist 30 prosent fyrstu níggju mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í 2007. Samanlagt vóru flogfør og tyrlur á flogi 11.449 tímar í ár samanborið við 8.793 tímar í fjør.

Vøksturin í framleiðsluni stóðst ikki minst av leiguflúgvingini. Tríggjar teir fyrstu ársfjórðingarnar í ár øktist leiguflúgvingin við 2.602 tímum upp í 5.781 tímar. Meginparturin av hesi flúgving var fyri SAS, og serliga í triðja ársfjórðingi vaks flúgvingin.

Samlaða ferðafólkatalið við rutuflogførunum hjá Atlantic Airways øktist fyrstu níggju mánaðirnar við 4.412 ferðafólkum, úr 167.345 upp í 171.757 ferðafólk.

Fíggjarjavnin hjá felagnum 30. september 2008 var 448 mió. kr., ið er 58 mió. kr. meiri enn við ársbyrjan. Eginognin var 224 mió. kr. og solvensprosentið 50.

Útlitini fyri árið eru hampiliga góð, hóast týðilig tekin eru um viknandi búskapir úti í heimi og eisini í Føroyum. Felagið roknar við einum ársúrsliti, sum verður millum 20-25 milliónir krónur áðrenn kursjavning og skatt.

Øll tekin eru kortini um ein viknandi búskap í komandi ári bæði úti í heimi og í Føroyum, og tí má felagið støðugt meta um, hvørjar tillagingar av kapasiteti, prísum og tænastustøði umstøðurnar krevja," sigur Magni Arge.

Atlantic Airways harmast almikið um, at landsstýrið enn einaferð hevur boðað frá banni ímóti innflutningi av tollfríum tubbaki. Hetta er beinleiðis inntriv í rakstur felagsins og fer at ávirka inntøkuna í tollfríu søluni fyri Vága Floghavn.