Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri: Ongin skeiv kunning frá okkum

John William Joensen

Tað nívir meg eins nógv og onnur, at Klaksvíkar Kommuna hevur gjaldføristrupulleika og annars noyðist at repa seglini, samstundis sum eg hugsi um øll tey, ið persónliga verða rakt av fíggjarligum trupulleikum hjá kommununi og á virkjum og skipum hjá størstu fiskivinnufyritøku okkara her norðuri.

Men eg renni ikki undan ábyrgd ella royni at leggja eftir øðrum fyri, hvat er gjørt skeivt, ella hvat átti at verðið gjørt rættstundis.

Havi boðið meg fram til veljarans dóm við at standa við mína ábyrgd og taki tað til eftirtektar.

Havi saman við øðrum tikið ábyrgdina fyri at gera eina fíggjarætlan fyri kommununa fyri 2009, sum hongur saman, og har vit eru før fyri at svara hvørjum sítt og gjalda rentur og avdráttir. Vit hava roynt at gera hetta bæði við menniskjaligum atlitum og við denti á framvegis at hava eina virkandi kommunu, ið kann trúgva uppá framtíðina. Og við tiltøkum, ið sjálvsagt ikki eru populér, sum at hækka skattaprosentið.

Eg brúki alla mína orku og megi – saman við umsiting og øðrum góðum fólki – at fáa loyst teir bráfeingis gjaldføristrupulleikar, ið vit verða at loysa heilt skjótt.

Misskiljingar um lánsumbøn og samskifti
Tí harmar tað meg almikið, at tað hevur verið í fjølmiðlunum soleiðis, at vit hava givið skeiva kunning um okkara lánsumbøn til føroysku peningastovnar – og at vit eitt nú fyri fleiri mánaðum síðani hava ikki fingið havnað okkara umbøn til Norðoya Sparikassa.

Eg rokni við, at onkur misskiljing má fyriliggja, og at tosað verður um tvey ymisk mál.

Tí rætt er tað, at vit hava verið í samskifti við tríggjar peningastovnar fyri mánaðum síðani og hava ikki fingið játtað okkara umbøn.

Men vit hava síðani verið í samskifti við Norðoya Sparikassa á øðrum grundarlagi og hava vónað at fingið eina loysn saman við teimum.

Eitt nú hava vit avgreitt fíggjarætlanina fyri 2009 við teimum neyðugu tiltøkum, sum ein sjálvsagdan og týdningarmiklan part av eini lánsavtalu – umframt at aðrar sparingar og fortreytir skuldu avgreiðast og samskiftast um. 

Tí sjálvandi er neyðugt, til tess at fáa lán til bráfeingis gjaldføristrupulleika, at neyðugu stigini eru tikin og ein realistisk fíggjarætlan samtykt, sum kann prógva dygdina og grundarlagið at gjálda lán aftur. 

Og á hesum grundarlagi hava vit bæði havt samskifti og samrøður við Norðoya Sparikassa um at gera avtalu um fígging – ið sjálvsagt skuldu viðgerast á stýrisfundi peningastovnsins. 

Um aðrar hendingar og broyttar fortreytir síðani hava verið, veit eg ikki.

Eg kann bert sláa fast, at onkur misskiljing má fyriliggja, tí hvørki eg ella starvsfólk míni, sum sparikassastjórin í Degi og Viku 14. nov. nevndi við navnið, hava givið skeivar upplýsingar í málinum um okkara royndir at tryggja fígging til at stýra kommununi út um brotasjógvarnar. 

Seinastu útmelding frá stjóranum í Norðoya Sparikassa, um at teir ikki játtaðu Klaksvíkar Kommunu fígging, fekk eg um middagsleitið fríggjadagin 14. nov. 2008.

Eg fari framvegis at gera alt til tess at røkja mínar skyldur og mína ábyrgd, so leingi eg eri borgarstjóri, og eisini sum býráðslimur í andstøðu aftaná nýggjár.

Klaksvík tann 20. november 2008
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri