Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÍ hevur virknar fjepparar og stuðlar: Nýggj KÍ-fløga í mars mánað – Bláa Bylgjan

Norðlýsið ÍTROTTUR

Lokala fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan, boðaði leygardagin alment frá, at ein spildurnýggj KÍ-fløga nú skal framleiðast og ætlandi kemur út í mars mánað, samstundis sum Klaksvíkskappingin verður.

Tað er av álvara komið lív í fjeppararnar hjá KÍ, har Bláa Bylgjan, í góðum samstarvi við KÍ og nógvar aðrar góðar kreftir, gongur á odda og skipar fyri nógvum ymiskum tiltøkum.

Á lítlari samkomu í KÍ-kaféini leygardagin kunngjørdi Bláa Bylgjan, at felagið fer at geva út eina KÍ-fløgu, skrivar www.blaabylgjan.com.

Ein av kendastu, lokalu sangarunum, Karl Martin Samuelsen, ið eisini er kendur sum hollur KÍ-stuðul, segði eitt sindur um verkætlanina, tíðarætlan, fígging og hvørji skuldu gera hesa fløguna.

Karl Martin kemur sjálvur at leggja fløguna til rættis, og Bláa Bylgjan fíggjar hana.

Ætlanin er, at fløgan skal koma út mars mánað, samstundis sum Klaksvíkskappingin er.

Sum skilst, er ætlanin at hava eina konsert tað vikuskiftið, tá ið Klaksvíkskappingin 2009 verður.
 

Fleiri kend
tónleikanøvn

Tað eru nógv kend nøvn, ið koma at skriva, spæla og yrkja sangirnar á komandi KÍ-fløguni.

Bláa Bylgjan nevndir her nøvn sum Niclas Heri Jákupson, Hallur Joensen, Steintór Rasmussen, Karl Martin Samuelsen og Jákup Marner Anthoniussen.

Harleyfacadeacryl