Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leif Abrahamsen, formaður í Føroyagrunninum: Vit fara ikki at gerða fleiri íløgur í fiskivinnuna

John William Joensen

sigur formaðurin í Føroyagrunninum, Leif Abrahamsen, sum slær fast, at tað verður ikki við pengum úr Føroyagrunninum, at virksemi verður aftur á Kósavirkinum.

Føroyagrunnurin varð upprunaliga stovnsettur í 1971 av Tjóðbankanum (7 mill. kr.) til at endurreisa JFK samtakið, sum tá var í fíggjarligari kreppu.

Eins og í 1971 er endamálið hjá grunninum framhaldandi at eiga í JFK og grunnurin hevur síðani kreppuna fyrst í 90unum vaksið seg stóran.

Við árslok 2007 er eginognin komin uppá 120 milliónir krónur (109 mill. kr við árslok 2006) og sambart roknskapinum hevur grunnurin 67 mill. kr. í tøkum peningi.

Seta ikki meiri pening í flakavinnuna
Leif Abrahamsen sigur at grunnurin verður ikki partur av eini møguligari endurreisn av Kósavirkinum.

– Tað er ikki langt síðan at vit seldu okkum úr Kósavirkinum og tá tann avgerðin varð tikin, var tað eftir eina drúgva viðgerð har vit m.a. vóru samd í at avmarkað virksemið hjá grunninum í fiskivinnuni.

– Ein triðingur av grunninum er framvegis í fiskivinnuni sum partapeningur í JFK, ið m.a. eigur trý flakavirkir í Grønlandi.

– Eg haldi tað verða umráðandi at ikki øll ognin er bundin í einari vinnu og serliga sum útlitini eru í fiskivinnuni.

– Fiskivinna sum heild gongur eini truplari tíð á møti og tað er eisini ein orsøk til at ikki er ráðiligt at seta meira pening í hesa vinnu, sigur Leif Abrahamsen, sum umframt at verða formaður í Føroyagrunninum eisini er nevndarformaður í JFK og fyri kortum eisini var nevndarlimur í Føroya Fiskavirking.

Íløgur í annað virksemið
Leif Abrahamsen greiður frá at Føroyagrunnurin hevur sett pening í Bakkafrost, og keypt onnur føroysk partabrøv.

– Eisini eru vit partur av eini spennandi verkætlan hjá Hans Atla Dahl, sum ger ílegukanningar á handilsligum grundarlagið í Danmark.

– Nevndin heldur fast um at vit ikki skulu seta meira pening í fiskivinnuna enn tann parturin sum í dag er í JFK.

Hava eingi ongar bindingar til Norðoyggjar.

Formaðurin í Føroyagrunninum ásannar at allar peningurin sum í dag er í grunninum er avkast, sum grunnurin hevur fingið úr fiskivinnuni í Norðoyggjum.

– Grunnurin er uppbygdur síðani JFK var endurreist í 1992 og vit eru framhaldandi djúpt involveraðir í virksemið í Norðoyggjum gjøgnum JFK.

– Virksemið hjá JFK er ein sólskinsøga og fyritøkan hevur ein sunnan rakstur og er tað mín meting at vit hava kent okkara vernapligt í norðoyggum.

– Fiskivinnan stendur fyri álvarsligum avbjóðingum og vit vita ikki hvørjar avbjóðingar standa fyri framman í 2009 – og tí fara vit ikki at gera fleiri íløgur í Fiskivinnuna.

Umframt Leif Abrahamsen sita eisini Herðgerð Joensen, Johan Andreas Reyðberg og Jóhanna á Bergi í nevndini í Føroyagrunninum.

Harleyfacadeacryl