Dagsstevnt dagin, tá flóðaldan var í Hvannasundi seinast í mai, hvarv hýsan eftir einum sjóvarfalli.
Hetta sigur Grímur Lassen, reiðari á Jákup B. Hví so er, skulu helst onnur til at meta um enn eg, men tað er ein sannroynd at hýsan hvarv frá botninum júst tá. Um hýsan gongur uppi í sjónum, tí har er meira føði, kunnu vit bara gita um, men tann hýsan sum bátarnir fáa nú, er svørt at síggja til omaneftir rygginum, og tað plagdu teir gomlu siga vera tekin um, at hetta er hýsa sum gongur uppi í sjónum.
Gamalt er eisini, at hýsan tekur við botninum tá kaldari gerst í veðrinum, so kanska verður meira hýsa at fáa við línu, nú sjógvurin kølnar.




