Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

500 ungfólk á samfelags- stevnu – badmintonhøllin

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Leygarkvøldið var badmintonhøllin karmur um ymisk tiltøk á ungdómssamfelagsstevnuni, har eitt nú bólkurin TOS fór á pallin.

Eftir ymisk tiltøk í Betesda fríggjakvøldið og leygardagin, fluttu tiltøkini á ungdómssamfelagsstevnuni niðan í badminon høllina leygarkvøldið.

Leygarkvøldið kl. 21:00 helt tiltakið fram í Badmintonhøllini við eitt nú lovsongi, samrøðum v.m.

Eftir ein kaffisteðg frá 22 til 23 fór tónleikabólkurin TOS (Tollarar og Syndarar) á pallin og hevði framførslur í á leið hálvan tíma. TOS er ein tónleikabólkur, har teir flestu limirnir sigast at vera úr Eysturoynni, sum í seinastuni er blivin alt meira kendur fyri sínar sangir og stíl, sum er rættiliga væl umtóktur millum ungfólk.

Síðan var lovsongur aftur frá uml. k. 23:30, áðrenn Rógvi Joensen, trúboðari, sluttaði kvøldið av við einum orði frá Harranum.

– – –

Sunnudagurin byrjar aftur í Betesda við breyðbroyting kl. 11:00, har Bogi Simonsen tekur samanum við einum orði.

Síðan verður aftur farið niðan í Badmintonhøllina til eitt møti kl. 18:00, har eitt nú solosangur, samrøða og tala seta skránna.

Eftir hetta møtið verður ein góður biti, sum ungdómi dámar væl at fáa.

Til seinast á ungdómssamfelagsmøtunum hetta vikuskiftið verður ein lovsongsløta í Badmintonhøllini frá kl. 20 til 21, har Jákup Hansen tekur samanum og endar tiltakið.