Kristian Martin Rasmussen, sigur at teir hava givið eitt boð uppá trolararnar hjá Maru Seafood, og vónandi ber tað á mál.
– Vit vóru positivir fyri eini endurreisn av Maru Seafood samtakinum – men sum eg skilit so ynskti Føroyagrunnurin ikki at verða partur av hesum og tí datt tað niður fyri.
– Síðani valdu vit at fara eftir trolarunum út frá tí at vit meta tað hava sera stóran týdning at trolararnir framhaldandi verða heimahoyrandi í Klaksvík.
– Hetta er ikki naka sum er partur av málsetniginum hjá okkum – men vit ynskja at gerða okkara til fyri at stuðla uppundir virksemið her í norðoyggum.
– Vit eru ikki áhugaðir í virkinum tí tað hava vit slett ikki skil fyri so hetta mugu aðrir taka sær av.
– Kósavirkið ferð ongan veg og eg trúgvi at ein loysn er fyri framman.
Jóhan Páll Joensen váttar í morgun at arbeitt verður framhaldandi við at endurreisað virksemið á Kósini.




