Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Søguligur býráðsfundur

John William Joensen

Komandi borgarstjórin atkvøddi ikki fyri fíggjarætlanini komandi ár og vildi ikki stuðla einum uppskotið sum hevði merkt eina sparing í fundarpengum til býráðslimir, skrivar Eyðgunn Samuelsen

Eyðgunn Samuelsen skrivar:

Eftir 12 ár í býráðnum havi eg einaferð uppliva, at ein býráðslimur atkvøddi ímóti figgjarætlanini hjá Klaksvíkar kommunu.

Hetta var tað tá hildið at vera óhoyrt, tí í verðuleikanum atkvøður tú ímóti øllum virksemi hjá kommununi. Men hóskvøldi hendi tað løgna at teir tveir býráðslimirnir, ið skullu stjórna kommununi frá 1 januar, onga figgjarætlan hava tí tey atkvøddu ikki fyri uppskotinum. Tað sum hendi var, at Atli Justinussen atkvøddi ímóti og komandi borgarstjórin Gunvá við Keldu atkvøddi blankt.

Vanligt er, at ein roynir at ávirka innihaldi í fíggjarlógini so frætt ein kann, men tá ið endaliga figgjarætlanin kemur til atkvðugreiðslu tá atkvøða øll fyri, tí tú kann ikki vera ímóti, at kommunan skal koyra víðari, sjálvt um tú ikki hevur fingið alt títt ígjøgnum.

Hetta merkir í verðuleikanum at hesi bæði, ikki hava atkvøtt fyri Atlantis, frítíðarskúlanum, útbygging av Ósáskúlanum, systskinaavsláttri í barnaansingini, fyri at nevna nøkur dømir. Tey hava heldur ikki verið við til at útvega kommununi likviditet við láninum frá LÍV , tí ein samtykt fíggjarætlan við einum hækkaðum skattaprosenti var fortreytin fyri hesum láni.

Ongin nevndarsparing.
Fráfarandi býráð helt at býraðslimirnir eisini skuldu spara, og tí vildu vit minka talið av nevndum og fáa eitt betur skipað býráðsarbeiði. Hetta hevði merkt at býráðslimir komandi ár vildu fingið 120.000 krónir minni í fundarpeningi. Vit hildu at tað var rætt, at býráðslimir eisini merktu eitt sindur av niðurgongd, tá ið vit spara 20 mió ið raka borgarin í Klaksvík.

Ein skuldi trú, at hesi bæði ið tosaðu ímóti skattahækking eisini vildu fara eitt sindur niður í løn sjálvi. Tað vildu tey ikki so henda sparing í fundarpengum verður ikki framd.

So tey, ið nú fara at stýra Klaksvíkar kommunu vilja ikki spara hjá sær sjálvum, men tey vilja fegin spara hjá øllum øðrum. Nógv kann man siga um býráðið, ið nú leggir frá sær, men tey vístu ábyrgd og samtyktu eina fíggjarlóg, ið ikki er væl lýdd av øllum, tað vísti valúrslitið og tey vildu eisini spara hjá sær sjálvum.

Eyðgunn Samuelsen, býráðslimur.