Harleywoodpaint
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sjálvandi verður virksemið aftur á Kósini

John William Joensen

sigur Kaj Leo Jóhannesen, løgmaður, sum heldur at framtíðarútlitini hjá fiskivinnuni eru góð og serliga fegnast hann um lækkandi oljuprísirnar

Kaj Leo Jóhannesen, løgmaður, starvaðist fyrst í 90unum sum sølumaður á kósavirkinum og hóast hann ikki vil viðmerkja beinleiðis til royndirnar at endurreisa Kósavirkið, so er hann bjartskygdur.

– Líka so svartskygdur sum eg var fyri útlitini hjá flotanum tá oljuprísirnir vóru uppá tað hægsta – líka so bjartskygdur eri eg í dag nú oljuprísirnir eru komnir niður um eina helvt.

– Oljugoymslurnar í Føroyum eru ikki stórar í løtuni og tí fara vit skjótt at merkja lækkandi oljuprísirnar og tað fer sjálvandi at ávirka positiva vegin.

– Sostatt eru fortreytirnar hjá føroyska fiskiflotanum betri og tá tosað verður um virking á landið síggi eg fyri mær at ein broyting verður.

– Í framtíðinini verða bara trý stór virki í landinum. Eitt í Klaksvík, eitt í miðøkinum (Tórshavn ella Eysturoynni) og eitt í Suðuroynni.

– Sjálvandi verður virksemið aftur á Kósavirkinum men vit mugu bara vóna at ikki long tíð gongur, sigur Kaj Leo Jóhannesen løgmaður í stuttari viðmerking.

Harleyfacadeacryl