Páll Steinberg hevur í dag 25 ára starvssdag sum vatnmeistari hjá Klaksvíkar kommunu
Kelda: www.klaksvik.fo
Á lítlari samkomu, sum var í hølunum hjá vatndeildini í dag, handaði Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri gávu og blómur til Páll Steinberg, sum í dag kann halda sín 25 ára starvsdag sum vatnmeistari hjá Klaksvíkar kummunu. Páll fekk eitt barometur.
Borgarstjórin vísti á ta stóru menning, sum verið hevði nógvu seinastu árini innan vatnøkið, har tað í dag m.a. verður latið sóttreinsað vatn til øll hús og virki í kommununi.
Borgarstjórin takkað Páll Steinberg fyri sín leiklut í hesum arbeiði – og annars fyri drúgva og trúgva tænastu.




