Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjing – Klaksvík National: Suverenir suðringar!

Norðlýsið ÍTROTTUR

Eingin yvir og eingin við síðuna av løgtinginum! Soleiðis verður sagt í politikki, men tá ið tað snýr seg um svimjing, so ljóðar setningurin: Eingin yvir og eingin við síðuna av suðringum!!

Svimjifelagið Ægir úr Klaksvík skipaði fyri einari sprintkapping síðsta leygardag, nevnd Klaksvík National.
Talan var um eina sonevnda sprintkapping, tvs. hon snúði seg um teir stuttu kappingarteinarnar, sum eru 50 og 100m.
Kappingin var fyri bólk 1 & 2, samt junior og senior.

Suðringar vóru best mannaðir, bæði so og so. Hópurin, sum fór norður um firðir og sund til Klaksvíkar, var tann størsti av teimum luttakandi feløgunum, og tað skuldi eisini vísa seg, at suðringarnir harumframt fingu tey bestu úrslitini og tey flestu heiðursmerkini – fyri ikki at tala um virðislønirnar!

Sambært venjaran hjá SUSVIM, sum svimjifelagið har suðri eitur (eitt felag fyri alla Suðuroynna), so leggur felagið seg mest eftir at svimja 400m blandað, og so tað sum er longur, nú teir flestu svimjararnir hjá felagnum eru í yngra endanum.
Men hóast hetta, so vísa úrslitini í Klaksvík National, at ein kann svimja skjótt, hóast ein venur langar teinar.

– At hart arbeiði lønar seg, vísir seg aftur í úrslitinum í Klaksvík, sigur venjarin, Jón Bjarnason, á heimasíðu felagsins, sum samanlagt hevði 10.000 krónur í vinningum suður við aftur.
 
3 føroysk met vóru sett til kappingina. Pál Joensen setti tey øll.

50m firvald 0:25,83
100m firvald 0:56,52
100m blandað 0:58,89 og fyrsti føroyingur undir minuttin.

Ársins svimjari hjá monnum, Pál Joensen, vann allar 7 sprintirnar, sum hann svam.

 
Endaliga støðan til Ægir National gjørdist hendan:

Susvim: 21 Gull, 15 Silvur, 8 Bronsu. Íalt 44 heiðursmerkir

FS: 9 Gull, 13 Silvur, 6 Bronsu. Íalt 28 heiðursmerkir.

HS: 7 Gull, 6 Silvur, 10 Bronsu. Íalt 23 heiðursmerkir.

FLOT: 3 Gull, 4 Silvur, 5 Bronsu. Íalt 12 heiðursmerkir.

Ægir: 2 Gull, 3 Silvur, 9 Bronsu. Íalt 14 heiðursmerkir.

Reki: 1 Gull, 1 Silvur, 1 Bronsa. Íalt 3 heiðursmerkir.

Venjarin hjá SUSVIM hevði tí alla grund til at vera nøgdur, og tað var hann eisini, bæði við úrslitini og við kappingina sjálva, sum hann á heimasíðuni takkar Ægir fyri.

Harleywoodpaint