segði deildarleiðarin Hilmar Sam Lamhauge, í røðu tá nýggja prýðiliga deildin lat upp fríggjadagin
Umframt talur sang kvinnukórið Suð og Klaksvíkar Sjóleikarafelag spældi brot úr leikinum Emil í Lønnibergi.
Røðan hjá Hilmar Sam Lamhauge, deilarleiðara:
Nú er dagurin her sum vit í Eik og norðoyingar flest hava bíða eftir í knapt 3 ár, býarmyndin í Klaksvík hevur nú fingið eitt nýtt íkast.
Eik lat deild upp í Bøgøtu her omanfyri vegin í februar 2006, og nakað eftir hetta bleiv gamla bakaríðið hjá Haldur Holm keypt, frá EL-INN, sum tá húsaðist her.
Fyri júst einum ári síðani var hetta, her vit nú standa planera av nýggjum, og farið var undir at gera fundament og stoypa sokkil – myndarøð av arbeiðstilgongdini kann síggjast í stóru undirvísingarhølunum á aðru hædd.
Tann 19.mai skrivaði Norðlýsið at “Eik Banki gongur undan í Klaksvík” Tá var stóra glasfasadan liðug, og ein kundi siga at tað hendan várdag í mai spíraði í Klaksvík bæði so og so.
Hetta orðafellið, um eg so má siga, “Eik Banki gongur undan í Klaksvík” kann brúkast í fleiri samansetingum um Eik, men júst her var meint við tað arkitektoniska, at hesin bygningur ikki bert er ein fornaldarlig grótlaging – men at bygningurin er nútímans, og prýðir um í miðbýnum.
Facadan hevur reinar linjur og er klødd við gróti, móttøkan er opin upp í aðru hædd, upp til balkongina, sum kann ímynda Víkina – altso Klaksvíkina. Við hesi opnu móttøkuni og stóru glasfacaduni noðreftir, við tí flotta útsýninum, blívur inniumhvørvið ein partur av útiumhvørvinum.
Vit vera 6 fólk, sum koma at starvast á deildini, umframt hetta fer meklarafyritøkan InnI at hava eitt fólk her á skrivstovuni, ein dag um vikuna. Sum móttøkuinnrætningurin er uppsettu nú, er møguleiki hjá 10 fólkum at starvast her, vónandi og væntandi kann hetta gerðast verðuleiki um ikki so langa tíð. Klaksvíkingar eru sera blíðir og hava tikið væl ímóti Eik í Klaksvík. Og eg vóni at øll, sum eru her í dag gerast fastir gestir á deildini – í hvussu er norðoyingarnir.
Mánadagin 1.desember byrjar ein nýggjur arbeiðsdagur hjá okkum starvsfólkum í Eik í Klaksvík, og vit gleða okkum at fara til verka og kunna bjóða kundunum góðar og nútímans umstøður. Og tað er mær ein æra at saman við mínm starvfólkum, at vera við til at leggja ein hornastein undir framtíðar virksemi hjá Eik í Klaksvík og í norðoyggjum – Takk fyri.
Hilmar Sam Lamhauge, Deildarleiðari




