Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Telving: Rógvi Dragaberg bronsu – akkurát ov stuttur til NM

Norðlýsið ÍTROTTUR

Rógvi Dragaberg, sum fyrr hevur verið unglingaføroyameistari og eisini áður hevur umboðað Føroyar við NM í talvi, gjørdist hesaferð akkurát ov stuttur til ta luttøkuna – Rógvi vann bronsu í U20-bólkinum.

Ungi altjóða meistari Føroya, sum í dag hevur hægsta føroyska styrkitalið, IM Helgi Dam Ziska, lat ongan iva vera um, at FM-heitið varð hansara í elsta bólkinum fyri telvarar 20 ár og yngri. Helgi vann kappingina við fullum stigatali.

Hinvegin var spenningurin sera stórur hvør megnaði at vinna 2. plássi og harvið NM-luttøku.

Her var lagt upp til eina spennandi uppgerð, serliga ímillum royndu unglingatelvararnar Margar Berg og Rógva Dragaberg.

Rógvi hevur fyrr verið tann stinnari, men hesa ferðina bragdaði tað hjá Margari at koma inn í NM-hitan aftur.

Tað mest avgerandi talvið í hesum dystinum var uttan iva tað innanhýsis talvið ímillum Margar og Rógva. Her eydnaðist tað Margari at vinna á Rógva.

Kortini var Margar bert ½ stig framman fyri Rógva, so ein javnleikur hevði verið nóg mikið hjá klaksvíkinginum til at komið fram um Margar upp á annaðplássið, men soleiðis skuldi ikki verða hesa ferð, og Rógvi Dragaberg vann tí bronsuna á hesum sinni, sum eisini er eitt flott úrslit.

Endaliga støðan
í U20-bólkinum:

IM Helgi Dam Ziska, Tórshavn (4)
Margar Berg, Tórshavn (2½)
Rógvi Dragaberg, Klaksvík (2)
Vagnur Dam, Norðskáli (1½)
Borgar J. Stórá, Vestmanna (0)